Orkesturvitjan á Eiði

tíðindaskriv

Sunnudagin kl. 16.00 verður konsert í Ítróttarhøllini á Eiði


Tað eru Harmoniorkestrið GHM og Tórshavnar Ungdóms Harmoniorkestur, sum saman trína á pallin henda dag eftir eitt venjingarvikuskifti við Gjógv. Tal-an er um eina sonevnda stuðulskonsert, har persón-ar, virki o.o hava latið pen-ing til frama fyri Italiu-túrinum, sum orkestrini bæði skulu á á páskum. Henda konsert og onnur tiltøk, orkestrini hava havt og fara at hava saman fram til Italiu-túrin, eru øll liður í arbeiðnum fram ímóti eini samanlegging av orkestrun-um, sum verður endalig á degnum, vit koma aftur til Føroya. Tá fer orkestrið at telja uml. 80 spælarar, og hava vit tá í Føroyum fyri fyrstu ferð nakrantíð eitt fullmannað føroyskt harmoniorkestur. Øll eru hjartaliga vælkomin til konsertina, sum er ókeypis.