Á triðja sinni verður í døgunum 19. og 20. mai skipað fyri Orkustevnu í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Talan er um sølustevnu og eina røð av fyrilestrum í tveir dagar.
- Stór stig eru tikin fyri at fremja eina grønari kós fyri Føroyar. Nevnast kann vindmyllulundin í Húshaga, løðistøðir til bilar, kommunur orðað grønan politikk og útbúgving.
Fyrireikararnir av Orkustevnuni vísa á, at hugburðurin hjá fólki til grønar loysnir er eisini broyttur munandi. Hetta sæst í útboðnum av vørum og tænastum. Fleiri ogna sær orkuvinaligar loysnir, so sum hitapumpur, bjálving, jarðhita, vindeygu, bilar og aðrar loysnir.
- Tað er endamálið við Orkustevnuni - at kunna um grønu loysnirnar á marknaðinum á einari stevnu og lata almenningin síggja og hoyra meira um júst hesar vørur og tænastur.
Á Orkustevnuni í ár luttaka fleiri fyritøkur enn áður, og úrvalið av vørum og tænastum er óguvliga breitt. Skrá og yvirlit yvir framsýnarar sæst á www.orkustevnan.fo.
Lagt verður aftrat, at Tórshavnar kommuna, SEV, Fróðskaparsetur Føroya og Umhvørvisstovan stuðla Orkustevnuni, sum er almenn við ókeypis atgongd til stevnuna og allar fyrilestrarnar.