Ormurin á gáttini til fyrsta FM

Kappróður: Tað er framvegis spenningur um FM, nú bara finalan á ólavsøku, sum øll vilkja vinna, er eftir

Punktum verður seinnapartin sett fyri FM í kappróðri í 2018. Sammett við undanfarin ár er lagd øðrvísi til rættis í ár á tann hátt, at tað verður ikki farið undir barnaróðrarnar fyrr enn klokkan 15.

 

FM er málið, og at vinna FM og ólavsøkuróðurin er tað besta.

Hjá teimum, sum ikki hava møguleika at vinna FM, verður sigur á ólavssøku roknaður at vera besta úrslitið, sum tað ber til at røkka, tá ið tað ikki ber til at røkka FM heitið.

 

Ormurin Langi er stórfavorittur at vinna FM í kappingini millum 10-mannaførini. Hann hevur 40 stig og er fýra stig frammanfyri Klaksvíking, sum er einasti avbjóðari í FM kappingini.

Ormurin Langi hjá Róðrarfelagnum Knørri hevur ongantíð áður vunnið FM.

 

Fýra manningar hava vunnið allar seks kappingarnar fyrr í summar og hava harvið tryggjað sær FM heitið. Manningarnar, sum hava vunnið 42 stig, eru Firvaldur við gentum í barnaróðrinum,  Sølmundur við kvinnum, Páll Fangi við monnum og Erla Kongsdóttir ið kvinnum.

Argjabáturin hevur 41 stig og hevur tryggjað sær FM heitið.

Serliga í kappingini millum 5-mannafør við dreingjum er stór kapping. Sílið hevur 36 stig, og Jallurin og Drekin hava 35 stig.

Í kappingini millum 5-mannafør við gentum kappast Blikur og Tambar um FM. Blikur hevur 37 stig, og Tambar hevur 35 stig.

 

Ikki færri enn tólv róðrar vera í dag. Klokkutíðin er tá ið bátarnir verða lagdir til startin:

Barnaróður dreingir kl. 14.50

Gomul 6-mannafør kl. 15.05

Barnaróður gentur kl. 15.25

6-mannafør masters kl. 15.40

5-mannafør dreingir kl. 16.05

6-mannafør kvinnur kl. 16.20

10-mannafør masters kl. 16.35

5-mannafør gentur kl. 16.50

6-mannafør menn kl. 17.05

8-mannafør kl. 17.20

5-mannafør kvinnur kl. 17.35

10-mannafør kl. 17.50