Ósemja í samgonguni um tunnilsgjald

Ósemja hevur stungið seg upp í samgonguni, nú ein tingmaður hjá Tjóðveldi, Ingolf S. Olsen, heldur fast um, at tá Vágatunnilin er liðugt útgoldin og handaðar landinum, skal bummgjaldið samstundis verða avtikið.


Henrik Old, landsstýrismaður í Samferðslumálum, hevur annars gjørt greitt, at hann hevur als ongar ætlanir um at strika bummgjaldið, tá tunnilin verður handaður landinum.


Tað líkar ikki tingmanninum hjá Tjóðveldi, sum í lesarabrævi vil vera við, at landið ikki hevur heimild til at krevja inn bummgjald.


- Nú hevur kjak aftur stungið seg upp um, hvat skal henda við bummgjaldinum, tá Vágatunnilin er útgoldin, og landið fær hann til ognar. Sum er hevur landið ikki nakra heimild at krevja inn bummgjald.


Í skrivinum leggur tingmaðurin dent á, at Vágatunnilin eigur at verða líka viðfarin sum restin vegakervinum, ið landið umsitur. Tað vil siga, at um gjaldast skal fyri at koyra í Vágatunlinum, so skal eisini gjaldast fyri at brúka aðrar vegir og tunlar í landinum.


- Men Vágatunnilin skal ikki einsamallur pilkast burtur úr restini av landsvegakervinum og fáa serligar ásetingar um bummgjald, eftir at hann er útgoldin, uttan so at tað hendir í einari samanhangandi gjaldsskipan fyri alt landsvegakervið ella sum minimum fyri raksturin av øllum tunlunum í landinum.


- Og Vágatunnilin ella onnur einstøk vegastrekki skulu heldur ikki pilkast út til umvegis bummgjald hvør sær at skula fíggja ger av nýggjum tunlum ella vegastrekkjum.


Seinni í skrivinum trívur Ingolf S. Olsen aftur í argumentið, at um gjald skal takast fyri Vágatunnilin, so skal gjald eisini takast fyri aðrar tunlar.


- Er ynskið, at almennar samferðsluútbyggingar framhaldandi skulu fíggjast heilt ella partvíst við brúkaragjøldum heldur enn yvir vegskattin, so kann tað vera eitt hugskot, at verandi tunlar eisini eru við til at fíggja sjálva byggingina av nýggjum tunlum, men so skulu allir tunlarnir – bæði teir gjøgnum fjøll og teir undir firðir og sund – við í ta puljuna, so fíggingin verður so samhaldsføst, sum til ber.


Sambært tingmanninum úr Tjóðveldi er eingin ivi um, at løgtingið hevur í tunnilslógina frá 2000 samtykt, at einki bummgjald skal krevjast fyri ferðslu gjøgnum tunnilin, tá hann er útgoldin.


- Hendan orðingin letur lítlan iva vera um, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum ikki bara kann lata raksturin av Vágatunlinum halda áfram í tunnilsfelagnum, sum um onki var hent og við verandi bummgjaldsskipan, tá tunnilin er útgoldin.


Les alt lesarabrævið hjá Ingolf S. Olsen við at trýsta á her.