Í gjáramorgunin varð ringt til løgregluna at boða frá, at okkurt var galið við einum hjartastartara, sum hekk við Eysturvøll í Havn. Løgreglan sigur, at fólk, sum gingu framvið á veg til arbeiðis, varnaðust, at ein hjartastartari, sum hekk í einum skápi, gav ljóð frá sær.
Tá ið málið varð kannað, var sjón fyri søgn, at hjartastartarin hevði verið fyri herverki og var oyðilagdur. Løgreglan sigur, at sostatt má býráðið skifta bæði skáp og hjartastartara, út.
Tað kostar fleiri túsund krónur – men tað, sum harmar løgregluna mest, er, at fólk yvirhøvur kunnu finna upp á at oyðileggja ein hjartastartara, tí virkar hann ikki, tá ið brúk er fyri honum, kann tað skjótt verða ein spurning um lív ella deyð.
Løgreglan veit ikki, hvørjir ótangarnir eru, men at herverkið helst er framt onkuntíð mánanáttina og løgreglan kanna málið. Eitt nú spyrja tey fólk í grannalagnum um tey hava hoyrt, ella sæð, nakað óvanligt.