Tað letur til, at Kyndilskvinnur fáa ein ótespiligan túr norður aftur fríggjadagin, eftir dystin móti VB hósdagin.
Petur Skeel, veðurfrøðingur, væntar nevniliga, at fríggjadagin verður skrið ella stormur av landnyrðingi, sum verður mett sum ringasta ætt at sigla norður við Smyrli í. Høvdu tær spælt dystin í dag, sum upprunaliga ásett, høvdu tær fingið ein munandi róligari túr aftur til Havnar í morgin ári.
Petur Skeel sigur, at hann fer at vaksa vindin longu hósdagin. Í meðan tað mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, so verður hósdagin strúkur í vindi av norði, seinnapartin upp í skrið av landnyrðingi.
Fríggjadagin øtlar hann vindin enn meiri, upp í skrið ella storm av landnyrðingi, meðan leygardagin verður stormur av norði. Sunnudagin makar hann vindin nakað, niður í hvassan vind.
Í dag verður okkurt æli, partvís kavi og hitin millum eitt og fýra stig, meðan restina av vikuni verður kavaælingur og hitin um frostmarkið.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra veðurtíðindini.