Ov dýrt at taka Bourbon Dolphin uppaftur

Vrakið av norska veitingarskipinum verður eftir øllum at døma liggjandi á botni millum Føroyar og Hetland

Tann 12. apríl í fjør holvdist norska hjálparskipið Bourbon Dolphin, tá tað var í ferð við at flyta akkerini hjá boripallinum Transocean Rather á einari oljuleið ímillum Føroyar og Hetland. Átta fólk doyðu.

 

Vrakið av Bourbon Dolphin liggur á 1100 metra dýpi. Líka síðani vanlukkuna hevur verið tosað um at taka vrakið uppaftur. Eitt nú vildu høvdu norsku myndugleikarnir áhuga í at bjarga vrakinum fyri at fáa staðfest endaliga, hví vanlukkan hendi. Ein serlig kanningarnevnd varð eisini sett at kanna tilburðin.

 

Men nú bendir alt á, at vrakið verður liggjandi á botni. Bourbon Offshore, sum átti skipið, hevur havt samband við fólk, sum hava serkunnleika til slíkar bjargingar, og niðurstøðan er, at ein tílík bjarging verður tekniskt sera krevjandi og harafturat so dýr, at reiðaríið maktar ikki at lyfta uppgávuna.

 

Tað hevur borið til at bjarga skipsvraki av 600 metra dýpi fyrr, men í hesum førinum er dýpið næstan tvær ferðir so stórt. Trond Myklebust, stjóri í Bounbon Offshore, sigur við Aftenbladet, at skipið verður ikki tikið uppaftur uttan so, at tann serliga kanningarnevndin krevur tað fyri at fáa greiði á, hví vanlukkan hendi.

 

-Men so verður tað helst staturin, sum má gjalda, sigur Trond Myklebust.

 

Nevndin, sum kannar vanlukkuna, skuldi eftir ætlanini koma við sínari frágreiðing tann 1. februar, men freistin er longd til tann 1. apríl.