Filmurin um føroyska leiðslu, sum varð sýndur á Vinnudegnum, viðgjørdi tvær kanningar, sum Petur Petersen og Katrin á Neystabø hava gjørt.
Katrin er lesandi, og hon hevur gjørt kanningina um nevndirnar. Kanningin vísir, at tær størru fyritøkurnar hugsa langt og leggja strategi. Tær hava yvirskot til at nýta orku til at menna og vaksa um virksemið.
Tær smærru fyritøkurnar hava ikki so gott nevndararbeiði. Tær arbeiða meira við bráðneyðugum trupulleikum, og nýta ikki tíð til at leggja virksemisætlan ella tílíkt.
Nevndirnar í teimum størru fyritøkunum arbeiða óheft av leiðsluni, meðan tað eru persónligar samanrenningar millum nevndarlimir og leiðsluna í teimum smærru fyritøkunum.
Sum heild verður ov lítil orka nýtt til starvsskipan og virkisætlan.
Tað er lítil útskifting í føroysku nevndunum. Hvør nevndarlimur situr í miðal í 6 ár, og hvør nevndarformaður situr í miðal í 9 ár. Tað sæst eisini, at somu persónar ganga aftur í leiðslu og nevndum, vísir Katrin á.
Katrin heldur, at útlendsk umboð betra um nevndararbeiði. Tey hava ein altjóða hugburð og hjálpa fyritøkuni at koma út á marknaðin. Tí er tað so upplagt, at brúka útlendsk nevndarumboð, sigur Katrin.
Grundleggjandi trupulleikin er, at tað manglar útskifting og eftirmeting í føroyska nevndararbeiðinum.
Filmurin kann síggjast á www.foroyabanki.fo.