Zakarias Wang, stjórnmálafrøðingur, heldur, at tað er púra innlýsandi, at tað hevði verið ein stórur fyrimunur við breiðum langtíðarsemjum.
- Tað er ein sera óheppin arbeiðsháttur, at løgtingið ikki megnar at hyggja longri fram í tíðina enn eitt valskeið. Tað er harðliga tiltrongt, at Føroya løgting megnar at gera nakrar langtíðarsemjur og raðfestingar, sigur Zakarias Wang.
Størsti trupulleikin sambært Zakariasi Wang er, at tann ríkisrættarligi spurningurin framvegis hevur ein so stóran leiklut.
- Langtíðaravtalur mugu hava allar teir stóru flokkarnar við, men í løtuni er tað torført at fáa Tjóðveldi við í eina langtíðaravtalu, sum ikki nemur spurningin um tað ríkisrættarliga, sigur Zakarias Wang, og nevnir í hesum viðfangi eisini Miðflokkin sum ein komandi stóran flokk í Føroyum.
Langtíðaravtalur eru við øðrum orðum torførar at gera, tá vit hava fleiri konkliktlinjur enn vanligt er.
Í hesum sambandi kunnu vit nevna, at Fólkaflokkurin í hesum valstríðnum hevur skotið upp, at blokkstuðulin verður burtur um sjey ár, og at vit tá atkvøða um ríkisrættarligu støðuna.
Torført er at ímynda sær, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin fara at semjast við Fólkaflokkin og Tjóðveldi um hesi viðurskifti.
Zakarias Wang sær annars svart uppá útlitini fyri, at vit nakrantíð fáa langtíðarsemjur í føroyskum politikki.
- Tað er ringt at finna breiðar semjur, tá ríkisrættarligi knúturin framvegis hevur ein so stóran leiklut í føroyskum politikki. Tí rokni eg ikki við, at vit síggja breiðar fíggjarpolitiskar semjur ella á samferðsluøkinum, sigur Zakarias Wang at enda.