leikaraummæli
1. Jens Martin Knudsen, NSÍ (63 dystir/0 mál)
Varð tikin fram um Jákup Mikkelsen hesaferð, men tóktist als ikki so sannførandi, sum hann ofta hevur verið. Hevði óhpenar leiklutir í fleiri av sveisisku málunum, tó at hann eisini hevði onkra kanón-bjarging. Megnaði samanlagt ikki at sannføra um, at hann eigur at vera fremsta valið á plássinum.
2. Súni Olsen, GÍ (15/1)
Av føroysku verjuleikarunum var Súni avgjørt tann, sum átti størstu æruna av dystinum. Hevði fyri tað allar mesta gott tak í síni síðu, og tá 4-0 málið kom hansara meðna, var hetta orsakað av býttisligum bólttapi á miðjuni. Sýndi eisini sannan stríðsvilja í seinna hálvleiki. Ikki minst, tá hann á ótrúligan hátt forðaði einum 7-0 máli, eftir sveisisk kontra, sum kom eftir føroyskt hornaspark, ið Súni sjálvur tók.
3. Óli Johannesen, TB (67/1)
Var heldur ikki ein av monnunum, sum tóktist vera á toppinum. Tóktist beinleiðis tungur í fleiri førum, og við okkurt av málunum sá tað eitt sindur løgið út, at føroyska liðið royndi at trekkja off-side, uttan at trýst varð lagt á bólthaldaran. Fekk í ølllum førum ikki beint ivan um sítt pláss burtur, men royndirnar gera uttan iva, at eisini er partur av miðverjuni mikudagin.
4. Pól Thorsteinsson, B36 (34/0)
Vanliga so tryggi bakkurin hevði helst sín vánaligasta landsdyst nakran tíð. Evnini at standa rætt og lesa spælið rætt tóktust vera púrasta horvin, og ferð eftir ferð varð hann yvirspældur í sínari síðu, har sveisarar til tíðir høvdu eina heila autostradu at koyra álopsspælið eftir. Varð seinasta hálva tíman darvaður av einum haldi í nakkanum, men slapp ikki út, tá allar útskiftingar vóru nýttar.
5. Jón Rói Jacobsen, Frem (17/0)
Tykist enn ikki hava funnið sama støðið, sum hann hevði undan skaðasteðginum. Sá í fleiri førum tungur út, men tað hongur helst eisini saman við, at kroppurin aftur skal venja seg til dyst hvørt vikuskifti. Tað er tó einki at ivast í, at hann eisini heldur fast um plássið. Snøgt sagt tí evnini eru so nógv betri, enn hjá nøkrum øðrum alternativi til plássið.
6. Claus Bech Jørgensen, Coventry (1/0)
Kundi fingið eina dreymabyrjan, tá hann tók sær av frísparkinum í fimm-metrinum, men ístaðin var hetta byrjanin til endan hjá føroyska liðnum. Nýggi maðurin var tó avgjørt ein av teimum, sum slapp hampuliga væl frá dystinum. Arbeiddi væl, og sýndi góðan bóltførleika, eins og hann eisini hevði einstakar góðar gjøgnumbrotsroyndir.
7. Fróði Benjaminsen, Fram (27/2)
Skuldi enn einaferð vera maðurin, sum skipaði føroyska spælið, og hetta kom hann hampuliga væl frá. Uppgávan gjørdist trupul, tá so fáar flytingar vóru á føroyska liðnum, men Fróði megnaði í nógvum førum at halda bóltinum væl, áðrenn hann við umhugsni sendi víðari. Megnaði tó ikki einsamallur at lyfta samlaða liðavrikið, men tann partin kann toftamaðurin ikki lastast fyri.
8. Julian Johnsson, ÍA (57/4)
Motorurin á føroyska miðvøllinum tóktist ongantíð veruliga at koma fyri seg. Nógvi hitin kostaði helst eisini eyka nógv hjá einum leikara, sum í so stóran mun hevur rennipensumið sum avgjørdi styrki sína. Tí sóu vit heldur ikki vanliga raidini, sum plaga at koma seinasta tíma, og sum heild avdúkaði dysturin í ov stóran mun, at tekniski førleikin er avmarkaður.
9. Jákup á Borg, HB (34/2)
Tykist í løtuni ikki at hava somu gjøgnumbrotsstyrkina, sum í seinastu undankapping var við til at skapa so nógv føroysk mál. Megnaði eisini í ov lítlan mun at koma við í føroyska spælið, og útskiftingin var kanska náttúrlig, tá venjararnir valdu at royna aðrar miðvallarsamansetingar seinastu løtuna.
10. John Petersen, B36 (54/6)
Skálamaðurin var fyri nógvum ákoyringum eftir dystin seinast, og hann megnaði ikki at tippa allar hesar. Tykist ikki longur at vera eins væl førur fyri at átaka sær leiklutin sum framrættaði spælskiparin á liðnum, soleiðis sum hann so ofta hevur verið tað fyrr.
11. Jónhard Frederiksberg, Skála (4/0)
Var nakað óvæntað settur sum fremsti maðurin á liðnum, og tó at hetta ikki gav mál, so prógvaði Jónhard í ávísam mun sítt virði. Tóktist fyri tað nógv at renna rætt, soleiðis at kreftirnar vórðu nýttar við umhugsni, heldur enn at renna seg upp í skúm. Skal nakað takast frá honum, so er tað helst, at hann enn ikki tykist hava nóg stóra gjøgnumbrotsstyrki, men hann hevur ferðina, sum eigur at gera hetta gjørligt.
12. Rógvi Jacobsen, HB (27/4)
Varð offraður, tá rúm skuldi gerast fyri Claus Bech Jørgensen á miðvøllinum. Fekk tó seinastu 35 minuttirnar á álopsplássinum, og hann nýtti hesa løtuna til at prógva, at hann væl kann gerast føroyska fremsta valið á plássinum. Sýndi vilja í spælinum, og helt tað samstundis á tí einfalda støðinum, og stóri spurningurin til mikudagin er helst, um hetta var nóg mikið til at vinna honum fremsta plássið her, ella um venjararnhir framvegis halda fast um royndirnar hjá John Petersen.
13. Johan Byrial Hansen, AC Horsens (11/0)
Fekk seinastu 20 minuttirnar á vøllinum, og stóð seg sum so hampuliga væl. Hugsaði fyrst og fremst um verjuskyldurnar, og fekk eisini tipt annars víðopnu høgru síðuna hjá okkum. Saman um tikið var grundarlagið tó ov tunt, til at nøkur verulig meting kann gerast.
18. Atli Danielsen, KÍ (5/0)
Fekk seinasta hálva tíman á miðvøllinum, og kom sum so hampuliga væl frá uppgávuni. Hesa løtuna tóktust sveisarar tó hava skift gear niðureftir, men Atli sýndi umhugsni og nærlagna í sínum spæli. Hevur eisini tann fyrimunin, at hann kann nýtast á nógvum plássum, og tí var hetta heilt víst ikki seinasti landsdystur hansara.