- Ov tungt fyri kvinnur

- Starvið er rætt og slætt ov tungt fyri kvinnur, varð sagt í Føroya rætti í dag, nú eitt søguligt mál um brot á javnstøðulógina er fyri.

Í dag byrjar rættarmálið móti fyritøkuni, sum Javnstøðunevndin meldaði fyri brot á javnstøðulógina. Fyritøkan søkti í síni starvslýsing eftir einum manni, men hetta fall ikki í góða jørð hjá Javnstøðunevndini. Nevndin setti seg í samband við fyritøkuna og ávaraði um, at lýsingin ikki leyk treytirnar í javnstøðulógini, men stutt seinni søkti fyritøkan enn einaferð við somu starvslýsing.

 

Tað fekk bikarið hjá Javnstøðunevndini at flóta yvir og fyritøkan bleiv meldað til løgregluna fyri brot á javnstøðulógina. Kringvarpið skrivar í dag, at stjórin í fyritøkuni og nevndarforkvinnan í fyritøkuni í rættinum greiddu frá, at orsøkin til hesa lýsing var, at talan er um so mikið tungt arbeiði, at bara menn kunnu gera tað. 

Kravið frá ákæruvaldinum er sekt á 5000 krónur, meðan smápartafelagið í Havn krevur frídøming. Málið er ógvuliga prinsipielt, tí einki mál av slíkum slag hevur verið í Føroyum og heldur ikki í Danmark.