Fyri 20 árum síðan var undirritaði við til at samla pengar inn til hylin, og vit lótu 1,2 milión í ca. 1995, og onki hordust aftur, og man fær onki at vita, um man spyr, man hoyrir bert, at pengarnir eru brúktir til ferðir og annað fjas, tað kann ikki passa, pengarnir vóru oyramerktir.
Einaferð í heyst var ein nólsingur í Sosialinum og úttalaði seg um hylin og hvussu reiskir teir vóru har úti.
Stevnurnar hava goldið eitt hol har úti, var og hugdi, jú min sann har var eitt hol og okkurt var eisini stoypt.
Eg eri ikki fakmaður á økinum, men hatta man neyvan hava kostað meir enn 3-4 hundrað túsund krónur, og stevnurnar geva ca. 100 túsund krónur pr. ár, so nú er tann brennandi spurningurin, hvussu nógvir pengar standa á bók ár 2009 við renternes rente væl at merkja.
Vildi vurderað ca. 2,5 - 3 milliónir krónur?
Verið nú so mikið at tykkum komin, og latið Føroya fólk hoyra frá tykkum har úti.
Ymiskar søgur ganga í Havn, manið tær til jarðar.