Óvanliga góð uppmøting

- Hetta vísir, at tey fólkavaldu leggja tíð og orku í arbeiðið sum bygdaráðslimir og taka uppgávuna í størsta álvara, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri

 

- Síðan sitandi bygdaráð í Eiðis kommunu tók við hin 1. januar í ár, hava allir valdu bygdaráðslimirnir møtt til allar bygdaráðsfundirnar. 

 

Soleiðis siga tey í Eiðis kommunu í dag.

 

- Bygdaráðið hevur havt 15 bygdaráðsfundir hetta tíðarskeiðið, og nógv mál hava verið á skránni.   

 

Borgarstjórin í Eiðis kommunu, Jógvan í Skorini, fegnast um góðu uppmøtingina.

 

- Tað at allir bygdaráðslimir møta er ógvuliga gott. Hetta vísir, at tey fólkavaldu leggja tíð og orku í arbeiðið sum bygdaráðslimir og taka uppgávuna í størsta álvara, sigur hann. 

 

##med2##

 

Hann vísir á, at sjálvsagt kunnu ávís, ógvuliga legitim, viðurskiftir gera, at onkur ikki fær møtt, men hetta hevur so ikki gjørt seg galdandi í hesi setuni fyribils. 

 

Í Eiðis kommunu búgva 771 borgarar, og kommunan fevnir um Svínáir, Ljósá og Eiði. Bygdaráðslimirnir eru sjey í tali.

 

 

 

Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu