Ovfarin um slipsið

Johnsigurd Johannesen er ovfarin um, hvussu nógvan pening slips hansara fór fyri á uppboðssøluni leygarkvøldið

Johnsigurd Johannesen sigur seg, í brævi til keyparan av slipsi hansa, Farodane, vera bæði bilsnan og ovfarnan av stóru undirtøkuni, ið spontana innsavnanin fyri slips hansara fekk í Konto Kosovo innsavnanini í sjónvarpinum leygarkvøldið.

­ Slipsið hevur tænt mær væl í mangari »Dag og Viku« sending. Men eg lati tað frá mær við gleði, tí eg veit, at tær 20.000 krónurnar fara til eitt gott endamál.

Johnsigurd sigur, at hann vónar, at slips hansara nú verður bundið um onkran góðan háls.