Oyggjaleikirnir eru ein stór gularót

Tað er harmiligt, at tað ganga fýra ár millum leikirnar hesaferð. Tíbetur hevur Borðtennissambandið aðrar kappingar at fara til

Tað er óheppið fyri ítróttin, at Oyggjaleikir eru útsettir til 2023. Oyggjaleikir eru ein góður pallur hjá føroyskum ítróttarfólkum at royna seg, og nú leikirnir eru útsettir til 2023, ganga sostatt fýra ár millum leikirnar á Gibraltar og á Guernsey.

- Oyggjaleikirnir eru ein av stóru gularótunum hjá leikarunum, so tað er sjálvandi harmiligt fyri okkum og nógvar aðrar ítróttir við, at vit nú mugu bíða til 2023 at meta okkum við hini oyggjasamfeløgini aftur, sigur Pætur Albinus frá Borðtennissambandi Føroya.

Pætur Albinus heldur kortini, at heldur enn at síggja forðingar skulu vit síggja loysnir, og komandi tvey árini skulu tí brúkast sum best í venjingarhølunum.

– Tað er jú í venjingarhølunum, at heiðursmerkini veruliga verða vunnin, sigur Pætur Albinus.

Borðtennis er ein av teimum ítróttunum, ið ikki er at síggja til hvørjar Oyggjaleikir, og til leikirnar á Orknoyggjum, sum nú eru fluttir til 2025, er borðtennis ikki á skrá. Sostatt fara aftur at ganga fýra ár millum, at føroysku borðtennisspælararnir sleppa við á Oyggjaleikir.

Í Borðtennissambandi Føroya hava tey kortini í fleiri ár vitað av, at borðtennis ikki verður við til Oyggjaleikir á Orknoyggjum.

Tað órógvar tí ikki stórvegis, sigur Pætur Albinus og fortelur, at tað hevur verið upp á tal, at borðtennisítróttin skipar fyri egnum oyggjaleikum tað árið.

– Borðtennissamband Føroya hevur eisini sum heild nógv virksemi á skrá hjá bæði A- og ungdómslandsliði, so tað er ríkiligt av kappingum at fara til hóast alt.

Ein av kappingunum hevur seinastu árini verið Arctic Open.

- Seinastu árini hevur Arctic Open verið á skrá hvørt ár. Tað er kapping millum Føroyar, Ísland og Grønland, har londini skiftast um at skipa fyri vertskapi. Vónandi verður møguligt at skipa fyri hesari í 2021, men tá má tíðin vísa, sigur Fróði Fríðason Jensen, næstformaður í Borðtennissambandinum.

– Annars hevur landsliði seinastu árini verið við til EM og HM kappingar, og í januar 2021 skulu bæði A-landsliðini hjá monnum og kvinnum eftir ætlan spæla undankapping í lið EM í Portugal. Hetta er á skrá hjá evropeiska borðtennissambandinum, men eisini hetta kemur ann upp á koronustøðuna. Ungdómslandsliðið plagar á hvørjum ári at luttaka í kappingum í millum annað Danmark og Noregi, umframt norðurevropeiska U-EM, sigur Fróði Fríðason Jensen.

 

Hvussu er støðið á borðtennis til Oyggjaleikir í mun til aðrar kappingar, ið føroyingar luttaka á?

 

- Á Gibraltar var støði sera høgt; kanska serliga á manssíðuni. Tríggir av hálvfinalu luttakarunum í einmansleiki hjá monnum spæla semi-professionelt. Í mun til EM og HM er tó langur vegur og kann illa samanberast. Sigast kann tó, at hann, ið vann Oyggjaleikir hjá monnum, grønlendski Ivik Nielsen, hevur ligið millum 40-50 teir bestu í Danmark, sigur Fróði Fríðason Jensen.