Ein lastbilur oysti fyri løtu síðani Mylnugøtu í Havn undir í reinara skræpu, sum hann hevði grappað upp av botni í Vágsbotni. Lívfrøðingur, Portalurin hevur tosað við, sigur at høg konsentratión av kyksilvurin er í slíkum botnfalli
Tórshavnar kommuna er í holt við at reinsa botnin í Vágsbotni, har nógv botnfall og onnur óhúmska legst. Serliga er tað aftanfyri bjargingarbátin Lív, sum hevur sera kraftiga maskinu, og til tess at botnfallið og móran ikki skal koma í motorin og oyðileggja hann, er kommunan nú farin í holt við at reinsa botnin har.
Bilurin hevði júst grabbað móruna upp framvið bryggjukantinum.
Lívfrøðingurin, sum portalurin hevur tosað við, sigur, at nógv kyksilvur er í slíkum avfalli, sum í hesum føri varð grabbað upp av botni einar fimm metrar frá sølutorginum, har menn samstundis seldu havhest.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur fyrr í summar góðkent sølutorgið ? men hevði neyvan góðtikið, at slík óhumska skuldi grabbast upp, samstundis sum matvørur vórðu seldar.
Og fyri at gera alt enn verri, so misti bilurin nógvar hundrað litrar ? um ikki tons ? av skræpuni í Mylnugøtu, sum er gøtan niðan á Vaglið. Fólk sum sótu uttan fyri Hvonn í góðveðrunum máttu halda fyri næsarnar, sum tað stinkaði.
Borgarstjórin, Heðin Mortensen, hevði enn ikki hoyrt um óhappið, tá Sosialurin ringdi til hann, men segði, at hetta mátti fáast í rættlag aftur sum skjótast, og at skræpan og móran verður spulað vekk aftur skjótast gjørligt.
Hvørt henda flótandi evjan og deymurin, ið stendst av henni, ávirka søluna av fiski og nátum, sum fer fram á básunum í Vágsbotni, er væl hugsandi.
Løgreglan er júst komin á staðið at kanna hendingina.