Nú er nakað væl útliðið, síðani teir báðir Pól Thorsteinsson og Henning Jarnskor vóru og royndarvandu við íslendska felagnum, og nú er so greitt, at í hvussu so er Pól Thorsteinsson fer at skifta til íslendska felagið. Pól og Valur, sum spælir í næstbestu íslendsku deildini, eru komin ásamt um persónligu viðurskiftini hjá vágbinginum, og fyrsta dagin verður endaliga sáttmálin so undirskrivaður.
Hjá Henningi er einki avgjørt enn
Nógv bendir á, at Pól Thorsteinsson fær gøtumannin Henning Jarnskor sum liðfelaga í Vali. Íslendska felagið er komið ásamt við GÍ um samsýingina, sum gøtumenn skulu hava fyri at lata landsliðsmannin fara til Íslands, men enn eru persónligu viðurskiftini hjá Henningi ikki komin upp á pláss. Henning sigur við Sosialin, at samráðingarnar millum hann og Val halda fram, men hann roknar ikki við, at nøkur endalig avgerð verður tikin fyrr enn hendan vikan er komin at enda.
Tað er tó eisini okkurt, sum kundi bent á, at íslendingarnir kenna seg rættuliga tryggar í at fáa bæðI Pól og Henning til Íslands, tí at heimasíðuni hjá felagnum, www.valur.is, er ein lýsing, har felagið søkir eftir tveimum ella trimum íbúðum sum skjótast, og man tað ikki vera við føroysku leikarunum í huga, at hendan lýsingin er gjørd?