Pól Jóhannus Justinussen, sum herfyri gjørdi sáttmála við danska AaB og av álvara var við at spæla seg inn á liðið, hevur meitt sær fótin. Undir venjingini mikudagin snávaði Pól Jóhannus, og tað hevur við sær, at hann missir teir báðar seinastu dystirnar á venjingarleguni í Portugal, har AaB er í løtuni.
AaB skal spæla í dag og hevur so ein dyst aftrat, áðrenn danska landskappingin byrjar aftur. Spurningurin er, um Pól Jóhannus verður klárur til ta tíð.
- Vit rokna við, at hann kann vera úti í alt millum eina og tríggjar vikur, sigur Kent Nielsen sambært onside.dk, ið hevur søguna frá Nordjyske.
Pól Jóhannus Justinussen skal ætlandi fylla holið í miðverjuni, sum kom eftir at Kjetil Wæhler skifti til IFK Göteborg í vetrarsteðginum.