Pól Jóhannus venur við Dundee

Føroyski landsliðsspælarin, Pól Jóhannus Justinussen, venur í hesum døgum við skotska Dundee FC.

 

Pól Jóhannus Justinussen skifti til NSÍ í farna kappingarár, eftir at sáttmálin gekk út við danska AaB. Tá boðaði sterki verjuspælarin frá, at hann kom heim, men at hann framvegis hevði í sinni at royna fótbóltsyrkisleiðina.

 

Tað er bretska blaðið, The Courrier, sum skrivar, at Pól Jóhannus venur við Dundee FC. Hann hevur annars gjørt sáttmála við NSÍ fyri komandi kappingarár.