Tá ið Pól Johannessen úr Hvannasundi var 26 ára gamal, skuldi hann gera eitt val.
Hann var júst liðugur við maskinskúlan og hevði møguleikan at fara út at sigla. Út har tað ber til at fáa nógvar pengar við aftur heim.
Men hann fekk eisini tilboð um at koma í eitt heilt annað starv. Nakað sum hevði meira tilknýti til bíbliuskúlan, sum hann gingið í áðrenn maskinskúlan.
Pól hugsaði seg væl um ? í fleiri mánaðir ? men so tók hann avgerðina, sum hann ikki hevur angrað síðani.
Hann fór í starv sum skrivari og trúboðari hjá KFUM & K í Klaksvík, og har fekk hann eina fjølbroytta og stóra uppgávu at røkja.
Hesa uppgávur hevur han røkt seinastu fimm árini, og hann er glaður fyri tíðina.
? Eg kendi tað sum eitt kall at fara í hetta starvið, og eg havi ongantíð angrað tað. Tað man verða trupult at finna eitt arbeiði við slíkum innihaldi sum hetta, heldur hann.
Fólk eru einsamøll
Samansetta starvið sum skrivari og trúboðari í KFUM & K í Klaksvík hevur nógvar og ymiskar uppgávur við sær. Pól Johannessen skipar fyri møtum, heldur møti, hjálpir teimum ungu við tiltøkum, vitjar smábygdir, samskipar og vitjar fólk, sum hoyra til meinigheitina.
? Tað er í grundini eingin rutina í arbeiðnum hjá mær. Ongin dagur er líka, og tað kann vera bæði spennandi og krevjandi. Tá ið tú hevur so nógv við fólk at gera, sum eg havi í mínum starvi, so veitst tú ongantíð, hvat dagurin kann bjóða, sigur Pól.
Fittur partur av tíðini hjá Pól fer til at vitja fólk, sum hoyra til meinigheitina, og hetta eru ofta fólk, sum eru einsamøll.
? Eg helt, at tað var bara uttanlands, at fólk sótu einsamøll, men soleiðis er sanniliga eisini í Føroyum. Fólk hava so nógv at gera, at tey hava ikki so góða tíð til gomlu. Tað er ikki tí, at tey gloyma tey, men tey hava bara so nógv annað, sum tey eisini skulu náa, heldur hann.
Brennir inni við nógvum
Pól Johannessen fer á gátt hjá fólki, sum hann veit eru einsamøll, og tað kemur eisini meira enn so fyri, at onkur ringir til hansara og biður hann fara at vitja onkran.
? Eg verði altíð væl móttikin, tá ið eg komi í heimini, og prátið gongur um alt millum himmal og jørð. Tey eldru og sjúku koma skjótari inn á andalig viðurskifti, meðan fólk, sum eru í góðum árum og frísk, ikki eru so skjót til tað. Eg eri ikki áleypandi, tá ið eg fari út, og tann andaliga parturin av vitjanini skal koma natúrliga, heldur hann.
? Fólk sita ofta inni við nógvum tankum, sum tey vilja hava út, og tí beri eg upp á nógv, sum eg ikki kann tosa við nakran um. Eg eri bundin av tagnarskyldu, og tað kann vera eitt sindur tungt. Men um tað er okkurt, sum av álvara nívir meg, so spyrji eg fólk, um eg kann tosa við onkran um tað, og við hvørt hjálpi eg eisini fólki við at koma víðari til onkran, sum kann hjálpa teimum við teirra trupulleikum ella tí, sum tey hava upp á hjarta.
Kennir seg lítlan
Tað eru ikki bara fólk, sum eru eldri ella einsamøll, sum Pól fer út at vitja. Tað kemur eisini fyri, at familjur missa onkran av teirra nærmastu, og tá leggur hann leiðina fram við.
? Eg kenni meg ógvuliga lítlan í slíkum førum, men um eg kann verða til hjálpar, so eri eg fegin um tað. Eg kenni sjálvur til at missa, tí pápi mín doyði, tá ið eg var 18 ára gamal, og vit vóru sera nær. Tí kenni eg eitt sindur til støðuna, hóast tað ikki er eins hjá nøkrum.
? Tá ið fólk missa, eru tað ikki orðini, sum hava so nógv at siga, tað er meira nærvera. Tú skalt ansa eftir, hvat tú sigur við fólk, tí tey eru sera móttakilig, tá ið tey hava mist. Tað er ein heilt serlig støða, og tí ræður tað um at vera varin og ikki brúka tey stóru orðini, heldur Pól Johannessen.
Hann hevur í sínum arbeiði fleiri ferðir upplivað, at fólk, sum hann er komin at kenna gjøgnum sínar vitjanir, eru deyð, og tað rakar eisini hann persónliga.
Jólini eru serlig
Jólatíðin er ein serlig tíð. Stákanin upp undir jól kann kennast hugnalig, hóast strongdin ongantíð er langt burturi, men tey, sum hava mist, ella sum eru einsamøll, kunnu uppliva jólina eitt sindur øðrvísi enn onnur.
? Á jólum er tað svárt, tá ið onkur manglar. Tað er ein kensluborin tíð og ikki altíð so løtt hjá øllum. Saknurin og sorgin kunnu verða stór júst um jólini.
Pól Johannessen fer at halda jól saman við konuni Mathildu og børnunum Rósu og Jonn, sum eru ávíkavist fimm og tey ára gomul.
? Jólini kunnu vera stressandi, og vit verða øll tikin við av tí. Men vit mugu ikki gloyma, hvat jólini snúgva seg um, og tað haldi eg, at vit duga í Føroyum. Hinvegin segði ein dani einaferð við meg, at hann skilti ikki, at mann nú skuldi blanda jólini og Jesus saman.
Pól Johannessen er uppvaksin í Hvannasundi og har býr hann eisini ? sum er. Men hann hevur keypt sær grundstykki í Klaksvík, og har fara hann og familjan vónandi hava eini nýggj hús standandi um eitt ella tvey ár.