Tað skriva iranskir statsmiðlar sambært Reuters.
Sambært miðlunum skiftu partarnir orð um nýggj diplomatisk átøk fyri at forða fyri víðari víðkan av krígnum og fyri at fáa enda á stríðnum. Samrøðurnar vardu langt út á náttina.
Pakistan hevur seinastu tíðina havt ein leiklut sum semingsmaður í stríðnum millum Iran á aðrari síðuni og USA og Ísrael á hinari.
USA og Ísrael framdu eitt stórt álop móti Iran 28. februar, og síðani hevur strategiskt týdningarmikla Hormuzsundið í praksis verið stongt.
Ein vápnahvíld varð gjørd 7. apríl við Pakistan sum semingslandi, og fáar dagar seinni hittust umboð fyri USA og Iran til samráðingar í pakistanska høvuðsstaðnum.
Síðani hava ongar beinleiðis samráðingar verið millum londini.
Donald Trump hevur grundgivið kríggið við, at Iran sambært USA arbeiðir við kjarnorkuvápnum. Iran vísir hesum aftur og sigur, at kjarnorkuskráin er til friðarlig endamál.
Kríggið hevur eisini elvt til hægri olju- og gassprísir, tí umleið 20 prosent av heimsins olju- og gassnýtslu vanliga verður flutt gjøgnum Hormuzsundið.











