Jóhan skal spæla um gull - Óli og GOG taptu báðar hálvfinalurnar

Skanderborg-Aarhus vann eisini aðru hálvfinaluna á GOG

Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus skulu spæla finalur um danska meistaraheitið. 

 

Jóhan og liðfelagarnir vunnu eisini seinnu hálvfinaluna á liðnum hjá Óla Mittún, GOG. 

 

Skanderborg-Aarhus vann í kvøld í Svendborg Arena við fitt av føroyingum á áskoðaraplássunum rættiliga greitt 33-26 á GOG. Í steðginum var Skanderborg-Aarhus á odda 20-18.

 

Skanderborg-Aarhus vann sostatt hálvfinaluuppgerðina 2-0. Teir vunnu fyrru hálvfinaluna á heimavølli 38-35 aftaná longda leiktíð.

 

Í finalunum møtir Skanderborg-Aarhus greiðu favorittunum úr Aalborg, ið eisini vunnu 2-0 á Mors-Thy í hálvfinaluuppgerðini teirra millum. 

 

Óli skoraði fýra mál upp á fimm málroyndir, og hann legði eisini upp til fimm mál (assist). Harumframt vann Óli liðnum tvey brotskøst. So hansara partur lá ikki eftir.

 

Jóhan skoraði fimm mál upp á átta málroyndir. Men nú bíða nakrar sera torførar finalur hjá Skanderborg-Aarhus.