Loksins fekk liðið hjá Bjartalíð stig aftur

FC Kyzylzhar fekk fyribils steðgað bløðingini

Undan dystinum móti Aktobe í dag móti Aktobe høvdu Jóannes Bjartalíð og liðfelagarnir í FC Kyzylzhar tapt fimm dystir á rað í bestu kasakisku fótbóltsdeildini.

 

Men í dag eydnaðist fyribils hjá FC Kyzylzhar at steðga bløðingini. Jóannes var á vøllinum í 80 minuttir, tá FC Kyzylzhar á útivølli móti Aktobe megnaði javnleik 0-0.

 

FC Kyzylzhar er nummar 11 í deildini við 12 stigum. Men teir eru bert fýra stig omanfyri tey bæði aftastu liðini, so nú mugu sigrarnir koma, um vandi ikki skal vera á ferð hjá FC Kyzylzhar.

 

Komandi hósdag klokkan 12 hevur FC Kyzylzhar dyst á heimavølli móti Zhetysu, ið hevur eitt stig meira enn FC Kyzylzhar.