Yvir 50 fólk skadd í sporvognsóhappi í Týsklandi

Yvir 50 fólk eru komin til skaða í einum óhappi í Düsseldorf í Týsklandi, har tveir sporvognar í dag stoyttu saman.

Meira enn 50 fólk komu til skaða, tá tveir sporvognar stoyttu frontalt saman í Düsseldorf í dag. Fimm fólk skulu sambært týskum miðlum vera álvarsliga skadd.

Tað upplýsir sløkkiliðið í býnum sambært AFP.

Sambært tíðindastovuni eru 28 fólk flutt á sjúkrahús, meðan 28 onnur fingu smærri skaðar og kundu fáa viðgerð á staðnum.

Týski miðilin Bild skrivar, at fimm fólk eru álvarsliga skadd.

Óhappið hendi umleið klokkan 11.30 í einum vegamóti vestarlaga í býnum við nógvari ferðslu.

Tað er enn ógreitt, hví sporvognarnir stoyttu saman, men týska løgreglan hevur sett kanningar í verk.

 

 

Meira enn 50 fólk komu til skaða, tá tveir sporvognar stoyttu frontalt saman í Düsseldorf í dag. Fimm fólk skulu sambært týskum miðlum vera álvarsliga skadd.