Forkunnug vitjan í býráðshúsinum

- Tiltakið eydnaðist sera væl og varð ein hugnalig og minnilig løta, har føroyingar og íslendingar saman kundu minnast eina týdningarmikla sjóvinnusøgu og tey sterku bondini millum londini

 

 

 

- Seinnapartin í dag var ein heilt serlig og hugnalig vitjan í býráðshúsinum í Klaksvík, tá eitt ferðalag úr Íslandi vitjaði. Tað serliga við hesum ferðalagnum var, at nærum allir menninir, ið vóru við á túrinum, hava í eitt tíðarskeið siglt við Stellunum.

 

Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.

 

- Nógv fólk vóru møtt til tiltakið, har bæði søga, sangur og sjóvinnumentan vóru í miðdeplinum. Skráin byrjaði við kórsangi frá “Stellukórinum”, sum teir róptu seg. Teir framførdu tveir sangir, og síðani helt Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, eina røðu.

 

Borgarstjórin legði dent á stóra týdningin, sum skipini hava havt, bæði í Klaksvík og Íslandi. Síðan varð eitt sera flott modell av hekkutrolarunum, Stella Kristina og Stella Karina, avdúkað.

 

Modellið hevur íslendingurin, Elvar Þór Antonsson úr Dalvík, gjørt.

 

Tað var í 1960, at Laksafoss-brøðurnir stovnaðu Pf. Stella, og í 1968 og 1969 komu hekkutrolararnir, Stella Kristina og Stella Karina til Klaksvíkar.

 

- Laksafoss-brøðurnir bygdu eisini húsið, har umsitingin hjá Klaksvíkar kommunu heldur til í dag, og tí varð húsið ofta rópt Stelluhúsið.

 

Í 1973 vórðu bæði skipini seld til Akureyrar, har tey fingu nøvnini, Sléttbakur og Svalbakur. Í Íslandi gjørdust tey skjótt sera væl umtókt og menninir, sum sigldu við skipunum, vórðu ofta róptir stellumenn.

 

At enda á samkomunu í býráðshúsunum í Klaksvík seinnapartin varð ein felags mynd tikin av íslendingum og føroyingum, sum hava siglt við Stellunum.

 

- Tiltakið í býráðshúsinum eydnaðist sera væl og varð ein hugnalig og minnilig løta, har føroyingar og íslendingar saman kundu minnast eina týdningarmikla sjóvinnusøgu og tey sterku bondini millum londini bæði.

 

Lesið eisini: Stellu-trolararnir aftur á slóðina

 

https://www.in.fo/news-detail/stellu-trolararnir-aftur-a-slodina

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##