Hóast tvey umfør eru eftir at leika, so er tað nú staðfest, at Andrass Johansen og liðfelagarnir í Fremad Amager hava vunnið niðara endaspælið í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Andrass var við frá dystarbyrjan, tá Fremad á útivølli vann 1-0 á VSK Aarhus. Nikolaj Larsen skoraði sigursmálið beint undan steðginum.
Fremad er nummar eitt við 42 stigum. VSK Aarhus er nummar tvey við 35 stigum, og teir kunnu í mesta lagi røkka 41 stigum.
Komandi fríggjakvøld klokkan 18 hevur Fremad Amager heimadyst á Sundby leikvøllinum móti Skive.
Fremad endar kappingarárið við útidysti móti Brabrand, leygardagin 6. juni klokkan 13.











