Bárður hitti hitti NATO-aðalskrivaran

Undir uttanríkisráðharrafundinum í Helsingborg í gjár nýtti Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, høvi at skifta orð við NATO-aðalskrivaran, Mark Rutte.

Eisini hitti landsstýrismaðurin Pierre Vandier, admiral, ið er annar av tveimum hernaðarovastum í NATO (SACT). Strategiska støða Føroya fylti nógv í prátinum, og semja var um at hyggja nærri at møguleikum fyri tættari samstarvi, ið kann gagna bæði Føroyum og NATO, og samstundis fremja trygd og støðufesti í norðurhøvum.

 

Sí fleiri myndir við at trýsta á myndina ovast í skrivinum.

 

Lesið eisini:  Bárður á Steig Nielsen á veg á fund við Marco Rubio

 

##med2##