Zelenskyj ávarar um russ­iskt álop við hyper­son­iskum missili

Volodymyr Zelensky ávarar um, at Russland møguliga fyrireikar eitt nýtt álop móti Ukraina við einum hypersoniskum Oresjnik-missili.

Volodymyr Zelensky ávarar um, at Russland møguliga fer at leypa á Ukraina við einum Oresjnik-hypersoniskum missili. Russland hevur bert brúkt vápnið tvær ferðir áður í krígnum. (Mynd: Ludovic Marin/Ritzau Scanpix)

Tað skrivar ukrainski forsetin á X.

 

Sambært Zelenskyj benda upplýsingar frá ukrainskum, amerikonskum og evropeiskum fregnartænastum á, at Russland fyrireikar eitt samansett álop við ymiskum vápnum móti ukrainskum økjum, millum annað Kyiv.

 

Oresjnik er eitt hypersoniskt langtrøkkandi missil, sum kann bera bæði vanlig og kjarnorkuspreingihøvd og ferðast við minst fimm ferðum ljóðferðina.

 

Zelenskyj heitir tí á ukrainar um at taka loftávaringarnar í størsta álvara frá leygarkvøldinum og frameftir.

 

Ávaringin kemur dagin eftir, at Vladimir Putin gav russiska herinum boð um at kanna møguleikarnar fyri hevnd eftir eitt dronuálop í Luhansk-økinum, har minst seks fólk doyðu.

 

Ukrainski herurin vísir aftur at kenna nakað til álopið.

 

Russland hevur sambært Ritzau bert tvær ferðir áður brúkt Oresjnik-missilið í krígnum, sum byrjaði í februar 2022.

 

 

 

 

 

Volodymyr Zelensky ávarar um, at Russland møguliga fer at leypa á Ukraina við einum Oresjnik-hypersoniskum missili. Russland hevur bert brúkt vápnið tvær ferðir áður í krígnum. (Mynd: Ludovic Marin/Ritzau Scanpix)