Størsti og stoltasti føroyski ítróttarmaðurin nakrantíð hevur enn eina ferð undirstrikað, hvussu framúr hann er. Í finaluni á 1500 metra teininum í frísvimjing í EM á langgeil, sum í kvøld hevur verið í Berlin, var Pál Joensen úr Vági næstfyrstur á mál.
Tað vil siga, at hann hevur tryggjað Føroyum silvur. Altjóða svimjiheimurin undrast framvegis um, at tað skal bera til hjá føroyskum svimjara at gera seg galdandi í fremstu røð, og serfrøðingar eru tiknir á bóli. Í innleiðandi umfarinum var Pál nummar sjey, og undan finaluni roknaðu teir ikki við, at Pál Joensen fór at gera seg galdandi í kappingini um heiðursmerkini.
Pál var fyrsta triðingin av teininum á fjórða og fimta plássi, men so fór hann so spakuliga at taka seg fram. Orkan kendist vera væl størri enn hjá kappingarneytunum, og stútt og støðugt tók hann seg fram á bronsuplássið og síðani so klárt á silvurplássið.
Jón Bjarnason, fyrrverandi venjarin hjá Páli, stórfegnast saman við Páli og øllum føroyingum:
-Hann tók meg á bóli. Eftir innleiðandi hevði eg ikki gott mót, og undan finaluni var eg bangin fyri, at hann fór at enda aftast. Pál er 23 ára gamal og elsti maður. Hann hevur fleiri royndir enn hinir, og tað vísti hann. Hann legði varðliga fyri, men so fór hann at taka seg fram, og tá sást, at hinir høvdu verið ov bragdligir fyrstu løtuna. Hatta var fantastiskt, og eg rokni hetta at vera størsta bragdið, sum Pál nakrantíð hevur megnað, sigur Jón Bjarnason í samrøðu við Rás2.
Í 2010 vann Pál silvur í EM í Budapest, men Jón Bjarnason heldur, at avrikið í dag var betri, enn tað var fyri fýra árum síðani:
-Tá var hann í betri venjing enn í dag, men avrikið var so nógv betri í dag, tí hann disponeraði kappingina framúr hesa ferð, heldur Jón Bjarnason, sum er vísur í, at føroya fremsti svimjari og ítróttarmaður eisini komandi árini fer at vera við til at seta dám á altjóða svimjing:
-Hóast hann er elsti maður í dag, so er hann bara 23 ára gamal. Tá ið HM verður í Moskva næsta summar, so vera tað fleiri væl eldri kappingarneytar við, og Pál fer sjálvandi at stríðast fyri at vera við í toppinum. Vit vita, at tað verður torført, men um venjingarstøðan verður uppaftur betri, enn hon nú er, so er møguleiki fyri, at Pál eisini tá fer at røkka í finaluna.
Hesa ferð var Pál ongantíð í nánd av gullinum. Gregorio Paltrinieri úr Italia vann sera sannførandi sigur. Tíðin hjá honum var 14.39.93. Pál Joensen kom á mál í tíðini 14.50.59.
Finalan:
1. Gregorio Paltrinieri, Italia, 14.39.93
2. Pál Joensen, Føroyar, 14.50.59
3. Gabriele Dette, Italia, 14.52.53
4. Stephen Milne, Bretland, 14.53.83
5. Jay Lelliott, Bretland, 14.58.74
6. Gergely Gyurta, Ungarn, 15.03.26
7. Richard, Nagy, Slovakia, 15.11.97
8. Antonio Perez, Spania, 15.16.21