Palli Mortensen 60 ár

Í dag verður tvøramaðurin Palli Mortensen, leiðari á SEV verkinum í Vági, 60 ár

 
Í dag, 26. september 2003, verður Palli Mortensen á Tvøroyri seksti. Palli er leiðari á elverkinum hjá SEV á Oyrunum í Vági.
                      Palli er sonur Hans og Agnes Mortensen. Systkinaflokkurin telur seks systkin. Hans og Agnes andaðust bæði fyri góðum ári síðani. Stutt var ímillum tey.
- Vit høvdu foreldrini leingi, sigur Palli, sum er giftur Naiu Mols Mortensen og saman eiga tey 3 vaksin børn..
Palli var aspirantur hjá ØK seinnu helvt av sekstiárunum og hetta vardi í 3 ár. Í 1970 til 71 var hann á maskinmeistaraskúla í Esbjerg. Síðani sigldi Palli árini 72 ? 73 aftur hjá reiðarínum ØK.
Palli Mortensen fór síðani undir at fáa sær víðkað maskinmeistaraprógv. Hetta tók hann í Keypmannahavn árini 1973-74.
Palli leitaði sær síðani heim til Føroya í 1974, men ætlaði sær avstað aftur út í heim.Men hann bleiv hangandi, tá hann starvaðist hjá Poul Eli Bærendsen, eleltrikara, og eisini var Palli avloysari á elverkinum hjá SEV á Tvøroyri.
S íðst í 1975 fekk Palli fast starv hjá Sev. Verkið í Vági varð bygt í 1983 og Palli fekk starv sum leiðari á verkinum. Hetta starv hevur hann røkt síðani.
                      Stórar broytingar eru hendar innan útgerðina, ið verkini hjá SEV nýta, hesi árini Palli hevur starvast hjá SEV.
- Nú er alt digitalt. Nýggjur motorur verður júst settur upp her í Vági og hann verður bert stýrdur við eini mús, sigur Palli.
- Eg havi trivist væl. Arbeiðið er spennandi og spennandi er eisini at vera við til útbyggingar. Eisini havi eg trivist væl at starvast í Vági, sigur Palli, sum metir, at SEV sum heild er gott arbeiðspláss.
Tað, at ein skal vera til reiðar, tá harðast leikar á og okkurt er áfatt á verkinum, nervar ikki Palla.
- Útgerðin er so nógv betri nú, so tað er ikki so ofta nakað áfatt longur. Nú eru tað mest linjumenninir, ið eiga tørn, tá veður og vindur gera sítt, sigur Palli.
Er heilsa til tað, so væntar Palli at verða í starvinum, til hann má úr tí sum 67 ára gamal.
- Men eins nógv útbygging verður neyvan, nú hetta við nýggja motorinum er liðugt, sigur Palliog leggur afturat, at tað verður so neyvan meira útbygt í hansara tíð á elverkinum í Vági.
- Gomlu motorarnir eru jú yvir 20 ár, Og so hendi jú tað, at orkutørvurin vaks. Men kreppa rakti vinnulívið í Vági aftyr fyri stuttum, so tað fánaði aftur. Nýggi motorurin er 4,2 mw og teir báðir gomlu er uppá 2,5 mw, sigur Palli, sum er burturstaddur sjálvan føðingardagin.