Komandi vikuskiftið verður árligi Dansibandsfestivalurin hildin í Vági, og í hesum sambandi leita nógv fólk og fólk við kampingvogni sær til Vágs.
Fyri at betra um umstøðurnar hjá kampinggestum hava tey í Vágs kommunu dagført eystara økið við ítóttahøllina til festivalin.
Vanliga er økið parkeringspláss hjá ítróttaannlegginum, men undir Dansibandsfestivalinum verður tað umgjørt til eitt stórt kampingpláss.
Áhugin er stórur og økini, bæði eystanfyri og vestanfyri, eru aftur útseld í ár.
- Tilsamans eru 48 kampingpláss, og væntandi verður nógv lív og góður stemningur á økinum alt vikuskiftið, siga tey í Vágs kommunu.











