Sameindu Arabisku Emiratini hava gjørt av at taka seg úr felagsskapinum, Opec.
- At verða eitt land uttan bindingar til felagsskapin fer at geva okkum fleksibilitet, sigur orkumálaráðharrin í landinum, Suhail Mohamed Al Mazrouei.
Sameindu Arabisku Emiratini hava annars verið limir í Opec í 59 ár.
Sagt verður, at útmeldingin úr felagsskapinum verður frá 1. mai at rokna, veit almenni tíðindamiðilin í landinum, Wam, at siga.
Tað er tíðindastovan, NTB, sum endurgevur.
- Avgerðin endurspeglar langsiktaðu, strategisku og búskaparligu visjónirnar og okkara mennandi orkuprofil, veit Wam at siga.
Sameindu Arabisku Emiratini taka seg úr Opec eftir eina tíð, har landið hevur funnist at øðrum arabiskum tjóðum fyri ikki at hava gjørt nóg mikið fyri at verja Emiratini móti álopum úr Iran.
Oljuframleiðandi Opec-londini við Persaraflógvan hava seinastu tíðina havt trupulleikar við at útflutt olju og gass gjøgnum Hormusundið, hagani ein fimtingur av heimsins olju og gassi kom fyri kríggið í Miðeystri.
##med2##
Hyggja vit, hvat sagt verður um Opec-felagsskapin, síggja vit, at Opec varð stovnað í 1960 av Iran, Irak, Kuwait, Saudi Arabia og Venesuela.
Í dag fevnir felagsskapurin um sjey lond aftrat - Libya (1962), Sameindu Arabisku Emiratini (1967), Algir (1969), Nigeria (1971), Gabon (1975, landið var úti árini 1995-2016), Ekvatorguinea (2017) og Kongo (2018).
Lond, sum áður hava verið limir í Opec, eru Katar, Indonesia, Ekvador og Angola, og nú fara so eisini Sameindu Arabisku Emiratini úr felagsskapinum.












