PARTABRØV
Farna vika hevði ein hóp av búskaparligum tíðindum. ISM-vísitølini, arbeiðsmarknaðarfrágreiðingin úr USA og rentufundir hjá ECB og Bank of England vóru nøkur av teimum mest tyngjandi fyri marknaðirnar.
ISM-vísitølini fyri framleiðslu- og tænastugeiran vórðu kunngjørd ávikavist seinasta mánadag og mikudag.
Framleiðslugeirin fall úr 58,4 niður í 56,5. Sjálvt um eitt fall var væntað, so gjørdist tað størri enn roknað var við. Tænstugeirin vísti hinvegin eina framgongd úr 50,5 upp í 53, og tað var so aftur fyri nakað meira, enn marknaðurin hevði væntað.
Væntanirnar til ISM vísitølini eru grundleggjandi, at hesi fara at halda sær í 50-unum, sum er tekin um búskaparliga framgongd, men at framgongdin fer at verða varlig, nú tey ymisku hjálpitiltøkini frá tjóðbankanum byrja at detta burtur.
Væntandi fer amerikanski tjóðbankin saman við tjóð- og miðbankum kring heimin at stegða hjálpartiltøkunum aftur, so hvørt sum búskapirnir byrja at vaksa aftur soleiðis, at tað verður javnvág millum búskaparvøksturin og afturtøkuna av hjálpartiltøkunum. Tí væntast ein hóvligur búskaparvøkstur komandi tíðina.
Grikkaland á skránni
Grikkaland hevur eisini verið nógv á skránni seinastu vikurnar. Stjórnin hevur lagt uppskot fram fyri at minka um undirskotið á fíggjarlógini og fyri at minka um skuldina. Hetta varð væl móttikið frá umheiminum, men stak illa frá grikkum sjálvum, sum boðaðu frá verkfalli.
Eisini lat Grikkaland upp eina lánsbrævarøð á umleið fimm milliardir evrur, sum bleiv yvirteknað tríggjar ferðir. Hetta eru positiv tíðindi, tí tað merkir, at íleggjarar framvegis trúgva upp á Grikkaland og eru áhugaðir í at gera íløgur har.
ECB og Bank o England hava havt rentufundir í síðstu viku, har leiðandi útlánsrenturnar vórðu hildnar óbroyttar á ávikavist 1% og 0,5%. ECB boðaði eisini frá, at teir so líðandi komandi árið fara at taka aftur tey hjálpartiltøk, teir settu í verk.
Hinvegin kom Bank of England ikki við nakrari ábending um nær teirra »exit-strategi« byrjar, tí tað hevur verið og er munandi verri at fáa gongd aftur á búskapin í Onglandi.
Nýggjasta arbeiðsmarknaðarfrágreiðingin úr USA vísti, at arbeiðsloysið ikki veksur eins skjótt, sum áður hildið. Marknaðurin hevði væntað eitt arbeiðsloysi fyri febsuar á 9,8%, men tað vísti seg at vera »bert« 9,7%.
Partabrævamarknaðirnir hava tikið væl ímóti nýggjastu arbeiðsmarknaðartølunum, og eru tað serliga tey syklisku partabrøvini, sum hækka, skrivar Føroya Bank í vikukunning síni.