Paul Watson vendir kanónina móti Atlantic Airways

Paul Watson heitir á sínar fylgjarar at leggja trýst á føroyska tjóðarflogfelagið,

Tað hevur fingið ilt í Sea Shepherd leiðaran, Paul Watson, at tað var ein tyrla hjá føroyska tjóðarflogfelagnum, Atlantic Airways, ið mikudagin fann grindina, ið legði beinini í Sandavági.


Trupulleikin hjá Paul Watson er nevniliga, at umborð á tyrluni kunna vera ferðafólk, ið uttan at ynskja tað, luttaka í grindadrápinum.


- Uttan so at tú ert ein psykopatiskur veiðimaður, so er mest sannlíkt, at tú ikki ynskir at tín ferð skal hjálpa í drápinum av djórum ella oyðingini av eini vistfrøðiskipan, skrivar Paul Watson á Facebook.


Men sambært leiðaranum á Sea Shepherd, so er júst tað ein vandi, tá man ferðast við Atlantic Airways.


- Um tú flýgur við Atlantic Airways, so kanst tú stuðla drápinum av fleiri hundrað hvalum. Tín tyrluskipari fer at boða drápsmonnunum frá grindini, og tú fert at rinda pening fyri flogferðina, ið feldi deyðadómin yvir hvalirnar.


Fyri at forða tílíkum støðum, so eggjar Paul Watson sínar fylgjarar, um at leggja trýst á felagið og stjóran Jørgen Holme. Tað ger hann við at upplýsa adressuna hjá Atlantic Airways, telefonnummarið hjá teimum og teldupostadressuna hjá Jørgen Holme.


Hetta er ikki fyrstu ferð, at Paul Watson hevur heitt á sínar fylgjarar, um at senda klagur til navnnevndar persónar. Fyri nøkrum vikum síðani legði hann eitt yvirlit yvir allar fólkatingslimir út á sína facebook-síðu, og heitti á fólk, um at senda teimum mótmælir. Nú er so líkt til, at føroyska tjóðarflogfelagið er næsta málið hjá Paul Watson og hansara fylgjarum.