Pedagogfelagið ímóti høvuðsavtalu

Nógv fólk, yvir 200 limir, vóru á aðalfundi hjá Pedagogfelagnum, sum var leygardagin 27. febr., og hetta vóru væl fleiri fólk, enn nevndin hevði roknað við.

Í nevndarfrágreiðingini til aðalfundin, sum var send limunum undan fundinum, hevði nevndin greitt væl og virðiliga frá virksemi felagsins og nevndararbeiðnum í farna ári, og Carita Bjørklund, formaður felagsins, nýtti tí høvið til á fundinum at taka fram nøkur høvuðsmál í frágreiðingini. Hon nevndi m.a., at virksemið í felagnum er nógv økt, og kemst hetta helst av, at arbeiðsøkið hjá limunum er í støðugari menning, og at tørvurin á pedagogum og hjálparfólkum alla tíðina økist.

Hon nevndi eisini, at felagið hevur arbeitt fyri at fáa eina føroyska barnagarðslóg og segði, at felagið hevur fingið skrivlig boð frá Almanna- og Heilsumálastýrinum, at ætlanin er at fara undir at gera nýggja lóg á hesum øki, og at stýrið fer at venda sær til Pedagogfelagið við hesum máli. Ein arbeiðsbólkur arbeiðir eisini við at gera uppskot til reglugerð fyri forskúlaarbeiði. Formaðurin greiddi frá sjónarmiðum felagsins í hesum máli, nevniliga at talan ikki er um vanligan skúla, men um fyrireiking til fólkaskúlan. Felagið meinar tí, at hetta arbeiðið longu í stóran mun verður útint í barnagørðunum.

Í síni frágreiðing frá nevndini kom Carita Bjørklund eisini inn á sáttmálasamráðingarnar. Hon nevndi stóra reallønarmissin, sum hevur gjørt, at lønarlagið hjá hinum í Pedagogfelagnum nú er umleið 15% lægri enn lønarlagið í okkara grannalondum, og hon vísti eisini á eitt annað týðandi mál í sáttmálasamráðingunum, nevniliga at fáa hjálparfólkunum eina betri eftirlønarskipan. Eins og hini fakfeløgini, sum hava verið í samráðiingum við landsstýrið, hevur Pedagogfelagið eisini fingið boðið eina høvuðsavtalu. Pedagogfelagið tekur undir við hinum stóru fakfeløgunum og vil ikki hava høvuðsavtalu, tí at ein slík avtala fer at skerja virkisrættin hjá fakfeløgunum munandi. Felagið fegnast tí um, at høvuðsavtalan er tikin av borðinum.

Millum innkomin mál var støðutakan til lívstryggingarupphæddina hjá limum felagsins. Nevndin fekk heimild til at seta tryggingarupphæddina samsvarandi fíggjarorku grunsins og at halda fast við, at limirnir skuldu gjalda eitt fast mánaðarligt gjald fyri hesa skipan. Limirnir gjalda í løtuni 125 kr. um mánaðin, og eru teir við hesum tryggjaðir fyri eina upphædd svarandi til kr. 430.000 við deyð. Eitt uppskot frá nevndini um at dagrøktarmammur skuldu kunna takast upp sum limabólkur í Pedagogfelagnum fekk ikki undirtøku á aðalfundinum.

Á aðalfundinum var eisini nevndarval. Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali. Fyri Bjørghild í Geil kom Jutta Mortensen í nevndina. Nevndarlimurin, Maud W. Hansen, var afturvald í nevndina. Gitta Henriksen er eykalimur í nevndini.

Í nevndini hjá Pedagogfelagnum sita nú: Carita Bjørklund, formaður, Elsa Klein Hansen, Maud W. Hansen, Katrin Hansen og Jutta Mortensen.

Pedagogfelagið hevur í løtuni umleið 650 limir (umroknað til fulltíðarstørv), 300 pedagogar og 350 hjálparfólk.