Tað siga tey í eini áheitan, tey hava sent fjølmiðlunum:
Áheitan frá Áhugabólki Pensjónista
Løgtingið skal í dag viðgera løgtingsmál nr. 90/2025: uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (meirvirðisgjaldslógin) (Tíðaravmarkað mvg-frítøka av sølu av bensini og diesel).
Áhugabólkur Pensjónista heitir á tingfólk um ikki at taka undir við uppskotinum, sum tað fyriliggur.
Í samgonguskjalinum stendur soleiðis: “Fyribilstiltøk verða sett í verk fyri at lætta um hjá fólki, nú oljuprísirnir eru hækkaðir munandi.”
Eingin ivi er um, at neyðugt er við tiltøkum at lætta um hjá fólki, ið harðast eru rakt av munandi hækkingum av oljuprísunum.
Fólka- og fyritíðarpensjónistar saman við fólki, ið fáa uppihaldsveiting, verða hart rakt av hesum hækkingum.
Nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya vísa, at gott helvtin av fólkapensjónistum hevur inntøku, ið liggur undir fátækaváðamarkinum.
Eisini stendur illa til hjá nógvum fyritíðarpensjónistum – serliga støkum við børnum.
Orkuískoytið er einans 5.000 kr. fyri árið og røkkur tað als ikki til hesar ógvusligu príshækkingar fyri olju, ið vit hava sæð fyrru hálvu av árinum. Einki røkist fyri, at prísurin fer at leggja seg varandi á eitt lægri støði í næstu framtíð.
Heldur enn at veita stuðul til sølu av bensini og diesel, eigur løgtingið at samtykkja tiltøk, ið lætta um hjá hesum bólkum. At hava hita í bústaðnum er alneyðugt. At leggja um frá olju til aðra orkukeldu er kostnaðarmikið. Tá ráðini ikki eru til tess, er einki tiltak, hesir bólkarnir sjálvir kunnu seta í verk við stuttum skotbráði at bøta um støðuna.
Ráðini hjá hesum bólkum eru ofta ikki til at hava bil, so teir fáa lítið og einki gagn av verandi uppskoti.
Er ætlanin hjá samgonguni veruliga at lætta um hjá teimum, ið hava tað truplast, er hetta ikki rætta leiðin at ganga.
Áhugabólkur Pensjónista heitir tí á løgtingið heldur at hækka verandi orkuískoyti í 12.000 kr. (ella enn meir).
Skulu tey, ið hava fyri neyðini at ferðast til og frá arbeiði við egnum bili, stuðlast, ber til at gera hetta umvegis aðrar skipanir s.s. koyristuðulin.
Á henda hátt verða tvær skipanir nýttar, har ikki er neyðugt við nýggjari umsiting, men einans at umskipa tær verandi.
Áhugabólkur Pensjónista











