Pensjónsaldurin hjá sjófólki eigur at lækka

- At hækka pensjónsaldurin hjá sjófólki er eftir mínum tykki tann øvuta verð. Eg haldi, at pensjónsaldurin heldur skuldi verið lækkaður niður í eini 60 ár, sigur Annfinnur Garðalíð

 

Almanna- og Mentamálaráðið hevur sent út uppskot til ummælis sum ásetir, at pensjónsaldurin árini 2035 til 2042 stigvíst skal hækka úr 68 upp í 70 ár. 

 

Formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Annfinnur Garðalíð, er slett ikki samdur og heldur, at pensjónsaldurin hjá sjófólki heldur skal lækka enn hækka.

 

- Dagarnir hjá fiskimonnum eru ofta bæði skiftandi og strævnir, og tí haldi eg, at tað stríðir ímóti allari sunnari fornuft at hækka pensjónsaldurin hjá hesum fólkum.

 

Annfinnur Garðalíð vísir til eina danska kanning, sum varð gjørd fyri nokso nógvum árum síðan sum segði, at fiskimenn í miðal liva fimm ár stytri enn organiserað starvsfólk á landi.

 

- Orsøkin er helst, vildi kanningin vera við, at sjófólk ofta arbeiða undir skiftandi arbeiðstíðum, har dagligu rútmurnar við eitt nú svøvni, máltíðum og øðrum vera brotnar.

 

Haraftrat eru arbeiðsdagarnir serliga hjá fiskimonnum ofta bæði langir og strævnir.

 

- So, at hækka pensjónsaldurin hjá sjófólki er eftir mínum tykki tann øvuta verð. Eg haldi, at pensjónsaldurin - heldur enn at hækka - skuldi verið lækkaður niður í eini 60 ár.

 

Hinvegin heldur Annfinnur Garðalíð, at sjófólk, sum hava góða heilsu og eru nóg sterk, sum hann tekur til, eiga at sleppa at sigla, so leingi, sum hugur og orka eru.

 

- Men, generelt haldi eg, at pensjónsaldurin hjá sjófólki er alt ov høgur sum er, tí um 60 ára aldur eru nógv sjófólk útslitin, sigur formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/pensjonsaldurin-skal-ikki-upp-um-68-ar

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/siga-nei-til-at-haekka-pensjonsaldurin