Per Gúnt og Henrik Ibsen

Henrik Ibsensa modernaðu leikir minna um klassiska greska sorgarleikin, ið vit kenna frá t.d. Sofokles, m.a. ein afturlítandi søgugongd.

Sjónleikur
Kim Simonsen


Hesi drama byrja áðrenn vanlukkuna, ið leiðir til framsýningina av søguni, ið mangan hevur lyndi at fevna um eini tríati ár av lívinum hjá høvuðspersóninum. Soleiðis siggja vit, hvussu bundið menniskjað mangan er av fortíðini, har spøkilsi vitja aftur, mangan sum tølandi siðir og moralur, ið liggur sum ein tung dýna omaná høvuðspersónunum.
Henrik Ibsen (1828-1906) arbeiddi sum leikstjóri og leiðari á einum sjónleikarhúsi í Bergen og í Kristiania frá 1851-62. Frá 1864 livdi hann mest í Italiu og í Týsklandi, samstundis sum hann skrivaði teir fyrstu søguligu og hugsjónarligu sjónleikirnar. Teir kendastu leikirnir um hetta mundið eru: »Kongsemnerne« (1863), »Brand« (1866) og »Peer Gynt« (1867). Seinni gjørdist hann kendur við leikunum: »Samfundets Støtter« (1877), »Et Dukkehjem« (1879) og »Gengangere« (1881). Í hesum leikum herjaði hann á eina naturalistiska leið, ið Emile Zola hevði boðað.
Í barndómsheiminum hevur Henrik Ibsen møtt áhuga fyri list og mentan, bæði fyri yrking, sjónleiki, tónleiki og málningalist. Ibsen hoyrdi sum barn til nýggju handilsstættina, ið vildi fram í tilveruni. Hesi vildu hava at synir teirra gjørdust embætismenn og sendu teir á privatskúlar.
Sum ungur byrjaði Ibsen at yrkja, vit síggja her farran eftir norskum, donskum, enskum og týskum romantikki og frá klassiskum bókmentum. Serligani eru tað Oehlenschläger, Wergeland og Welhaven, ið ávirkaðu stílin. Alt hetta skuldi hann seinni fara frá. Tað er serligani uppgerðina við romantisku stevnuna vit møta í leikinum »Per Gúnt«, ið Ibsen fann við heimspekini hjá Kierkegaard.

Sosiala støðan hjá Ibsen og Per Gúnt

Henrik Ibsen var føddur 20. mars 1828 inn í ovaru stættina í Noreg, men ikki inn í veruligu yvirstættina. Hetta mundi pína hann alt lívið, serligani í ungum árum, tá hann ikki hevði so nógvan pening. Kanska er tað tí Per Gúnt í leikinum verður settur at liva undir fátækum korum, saman við mammuni, tí pápin hjá Peri, hevur drukkið og mist allan peningin burtur. Per Gúnt vil endurreisa tað mistu sosialu støðuna í familjuni, men alt endar sum reyp og í dagdreymum. Ibsen sjálvur er kendur fyri at hugsa nógv um sosialan status, um riddarakrossar og onnur heiðurstekin. Honum dámdi væl myndir av sær sjálvum, har hann er avmyndaður við medaljum og heiðursmerkjum. Faðirin Knud Ibsen hoyrdi til keypmenninar og peningamenninar í føðibýnum Skien í Telemark, men Henrik Ibsen kom at síggja sín egna faðir nærum fara á húsagang. Familjan flutti til garðin Venstrup, ið bert var hugsaður sum summarhús. Serligani álvarsamt gjørdist hetta, tá Henrik 16 ára gamal ikki varð sendur á latínskúla at taka artium. Hann var noyddur at vinna sær pening sjálvur. Hann varð noyddur at fara í læru sum apotekari. Ikki fyrr enn meiri enn seks fátækslig ár eftir hetta hevði hann ráðini at taka artium. Honum væntaði klæði hesi ár. Seinni í lívinum gekk Ibsen altíð klæddur í ekstravagantum galla yrkadagar ? døpru minnini um fátækradømi vóru helst hansara marra. Hann kundi ganga fyrrapartar í Rom við øllum »sildasalatinum« av riddarakrossum, kommandørkrossum á bringuni. Seinni snúði Ibsensa framasøkni seg ikki um at finna eydnuna í einum verðsligum heimi, men í skalda- og yrkingaheimi. Men honum, sum so mongun øðrum, væntaði frið til at skriva. Per Gúnt er eisini sum ungur maður trásettur av einum longsli eftir sosialari uppflyting, men sum eldri sær hann, at hetta hevur púrt einki virði.

At liva ella yrkja um seg sjálvan

Leikurin ?Per Gúnt? er um unga mannin Per, ið rýmir heiman, frá móðir síni og unnustuni. Eftir eitt fjakkaralív kemur hann heim aftur sum gamal maður, til bygdina og unnustuna Solveig. Sum so er søgugongdin einkul, men tráðurin er spunnin av hittinorðaðum ørindum. Her finst alt mannalívið rúmar, kann rúma og ikki minst ein leitan eftir hesum at finna fram til hvat eitt mannalív skal rúma, fyri at kunna gerast ein sjálvur.
Sum leikur snýr Per Gúnt seg um døkku megina í sálini, um órógv og misljóð. Soleiðis er hesin leikur mangan óhugnaligur og skakandi. Leikurin viðger óndu og oyðandi síðurnar av tilveruni og náttúruni, ið kunnu taka valdið og fáa menniskja at ræðast seg sjálvt. Í Per Gúnt stendur bardagin millum menniskjans trá og sjálvgóða lyndi, millum hetta at vera sær sjálvum næstur, sum menniskja, trøll ella djór. Hetta fekk m.a. Georg Brandes at halda, at leikurin var polemiskur og alt og lítið uttanveltaður í sini evnisviðgerð, samstundis sum hann var moralskt ósámiligur og merktur av sjálvsvanvirðing. H.C. Andersen helt beinleiðis Ibsen vera andstyggiligan. Norskir nationalistar dámdu sjálvandi ikki leikin, ið eisini er ein satira yvir norska mentan.
Men »Per Gúnt« er eisini sum leikur ein hugtakandi frásøgn, heimspeki, drama, skemtileikur og yrkingalist. Ein stuttlig blanding av øllum, ið kann tulkast til ymisk sjónleikarhús.

Daniel Haakonsen: Henrik Ibsen ? Mennesket og kunstneren. 1981.
Michael Meyer: Henrik Ibsen. En biografi. 1995.