Á stjórnarfundi í kvøld hevur Sølvi Reinert Hansen boðað frá at hann hevur valt at leggja frá sær sum forseti í Ítróttasambandi Føroya. Varaforsetin Petur Elias Petersen hevur tikið við og er nú forseti. Petur Ove Petersen sum hevur verið varalimur í starvsnevndini er nýggjur varaforseti.
Starvsnevndin í Ítróttasambandi Føroya sær nú soleiðis út:
Petur Elias Petersen, forseti, Peter Ove Petersen, varaforseti og Katrin Joensen, skrivari