Petur Knudsen royndarvenur við Vali

Heimi Guðjónsson váttar, at hann hevur Petur Knudsen til royndarvenjing í hesu vikuni

Fyrr í vikuni skrivaði bolt.fo, at Petur Knudsen er í Íslandi, har hann royndarvenur. Í dag váttar fyrrverandi venjarin hjá HB, Heimir Guðjónsson, at Petur Knudsen er til royndarvenjing í vali hesa vikuna.

- Ja, hann er komin til okkum at royndarvenja og verður vikuna út, sigur Heimir Guðjónsson við fótbólti.net, sum er ein íslendsk heimasíða við fótbóltstíðindum.

Petur Knudsen var ein lyklaspælari hjá NSÍ í farna kappingarári, men hevur ikki gjørt sáttmála fyri 2020. Tveir føroyingar eru longu í Vali. Teir eru Kaj Leo í Bartalsstovu og Magnus Egilsson.

Sambært keldum hjá in.fo, so spældi Valur innanhýsis dyst í gjár, har Petur Knudsen skoraði ikki færri enn fýra mál. So tað er ein møguleiki fyri, at Petur Knudsen gongur í fótasporunum hjá pápa sínum, Jens Martin Knudsen, sum eisini spældi í Íslandi.