Tað verður føroyski FIFA-dómarin, Petur Reinert, ið skal døma finaluna um Løgmanssteypið, sum í ár verður millum B36 og NSÍ. Seinastuni fimm árini hevur Vikingur verið í finaluni og tá kann Petur Reinert ikki døma. Finalan verður á Tórsvølli leygardagin 26. august
- Hetta verður ótrúliga spennandi, og ein stórur heiður, og við heiðrinum fylgir ein enn størri ábyrgd. Soleiðis sigur Petur Reinert, sum í ár verður maðurin við floytuni, tá finalan um Løgmanssteypið verður spæld.
Leygardagin 26. august klokkan 19:45 fellur avgerðin um, hvør fer avstað við Løgmanssteypinum 2017. Talan verður um eitt nýtt steyp, ið ongantíð er spælt um áður, eftir at Víkingur hevur vunnið steypið til ognar, ið kappast hevur verið um seinastu tíggju árini.
Liðini í ársins steypafinalu eru B36 og NSÍ, og dómari verður sum áður nevnt Petur Reinert, meðan Jan Hermansen og Jóannes Mikkelsen verða hjálpardómarar. 4. dómari verður Kári á Høvdanum, og dómaraeygleiðari verður Jón Kári í Brekkuni.
Steypafinalurnar 2017 / Dómarar
25. august (kl. 19:00)
Dreingir U18
NSÍ - HB
Áron S. Vest
26. august (kl. 12:00)
Dreingir U14
NSÍ - HB
Rani A. Skaalum
26. august (kl. 16:00)
Dreingir U16
HB - KÍ
Jørleif Djurhuus
26. august (kl. 19:45)
Løgmanssteypið
B36 - NSÍ
Petur Reinert
Steypafinalurnar hjá gentum og kvinnum verða spældar fríggjadagin og leygardagin, 8. og 9. september.