Eftir tap í tveimum teimum fyrstu umførunum, tá ið trý mál fóru ígjøgnum hvørja ferðina, hava silvurvinnararnir í Fuglafirði fótað sær. 3-0 heimasigur á uppflytarunum í B68 og 2-1 heimasigur á toppliðnum NSÍ siga, at ÍF hevur tak á verjupartinum, og ímóti NSÍ skoraði Clayton Soares fyri fyrstu ferð í ár.
-Sambært hagtølunum, so hevur NSÍ í 13 dystum vunnið 31 stig við málmuninum 40-19. Teir hava bara tapt tvær ferðir, og báðu ferðirnar hevur tað verið ímóti okkum, staðfestir ÍF venjarin Albert Ellefsen.
Tað er merkisvert við skránni, at ÍF eigur fýra heimadystir á rað. Í tveimum teimum fyrstu hevur gingið væl, og nú vitjar EB/Streymur, sum hevur vunnið úrtøku hvørja ferð fýra tær fyrstu ferðirnar.
Í miðverjuni er superveteranurin Bartal Eliasen sannur brandur. Merkisvert er tað, at hann leygardagin vann FM í flogbólti og sunnudagin stóð seg so væl ímóti NSÍ. Undir liðini á honum hevur 18 ára gamli Poul N. Mikkelsen spælt allar fýra dystirnar á tamb, og hann hevur verið ógvuliga sannførandi.
-Eg eri nøgdur við liðavrikið ímóti NSÍ og ikki minst verjukenda partin. Clayton var hálvsjúkur, men hann er komin fyri seg aftur, og nú fokusera vit á heimadystirnar á páskum. Á heimavølli ætla vit at vinna hvørja ferð. EB/Streymur hevur ikki tapt enn, men tað ræðir okkum ikki, sigur ÍF venjarin Albert Ellefsen.
Higartil hevur veteranmálverjin Jákup Mikkelsen ikki verið førur fyri at spæla.
-Vit sakna Jákup, men vit hava víst 19 ára gamla eykamálverjanum álit, og hóast Hallgrím G. Hansen ikki hevur nógvar royndir í fremstu røð, so hevur hann livað upp til tað, sum tað kann roknast við, sigur Albert Ellefsen. ÍF venjarin fegnast um, at Jan Ó. Ellingsgaard er tøkur í páskafrítíðini, hóast hann ikki enn er so væl fyri, sum hann hevur verið undanfarnu kappingarárini.
Eftir trilvandi fyrstu umfør, tá ið tað endaði 1-1 á heimavølli ímóti HB og á útivølli ímóti B68, siga tølini, at EB/Streymur hevur fótað sær. 3-0 ímóti Skála og 3-1 ímóti KÍ á heimavølli siga sína søgu.
Í kvøld skal EB/Streymur til Fuglafirðar, og 2. páskadag kemur NSÍ á vitjan við Margáir.
-Talan er um lyklauppgerðir hjá okkum. Vit eru ógvuliga væl nøgdir við avrikið ímóti KÍ. Í 1. hálvleiki vóru teir ov ofta vandamiklir, men tað broyttu vit upp á. Tí vóru vit ikki so framrættaðir í 2. hálvleiki, men tað var eingin ivi um, at vit høvdu tak á tí, sigur væl nøgdi EB/Streyma venjarin Rúni Nolsøe.
Hann fegnast um, at tað nú er kapping um plássini:
-Tað er týdningarmikið, nú tað er stutt millum dystirnar, og harvið styttri tíð at koma fyri seg eftir dystirnar. T. d. hava bæði Pól Jóhannus Justinussen og Niels Pauli Danielsen nú onkran trupulleika at dragast við.
Hví gongur tað betri nú, enn tað gjørdi í fyrstu umførunum?
-Fleiri av spælarunum vandu ikki við beinanvegin. Nú eru teir komnir fyri seg, og tað hevur stóran týdning, at Høgni Madsen er spældur inn á verjukenda miðvallarplássið.