Richard Wright, sum er partur av grundleggjandi limunum av legendariska bretska rokkbólkinum Pink Floyd, er deyður eftir leingi at hava barst ímóti krabbameini. Hann varð bert 65 ára gamal.
Pink Floyd varð stovnað í 1964. Syd Barrett leiddi bólkin. Richard Wright var keyboardleikari í bólkinum og hann skrivaði m.a. tónleik til hittfløgur sum ?The Dark Side of the Moon? og ?Wish You Were Here?.
Talsmaðurin fyri Wright hevur í einum tíðindaskrivi sagt um Wright:
- Familjan hjá Richard Wright vil við stórari sorg siga frá, at Richard er deyður eftir ein stuttan bardaga ímóti krabbameini.