Piotr Krakowski á fjúrtanda ári í Føroyum

At føroyskur fótbóltur hevur fingið samband við útheimin, metir EB/Streymur venjarin vera høvuðsorsøkin til stóru menningina í føroyskum fótbólti.

Tað er einki at dylja yvir, at størsta yvirraskilisið í fótbóltskappingini í ár hevur verið EB/Streymur. Felagið, ið vanliga liggur í tyngra endanum í 1.deild, hevur tikið øll á bóli í ár, og fór strúkandi víðari úr bólkaspælinum. Samantvinningin av ungum og evnaríkum leikararum og meira royndum spælararum hevur eydnast sera væl higartil.

EB/Streymur hevur í ár fingið tilgongd av fleiri spælarum, ið seinnu árini hava verið at funnið í oddaliðum í føroysku kappingini. Nýggju leikararnir Marek Wierzbicki, Egil á Bø og Magni á Lakjuni styrkja væl um hjá Sundalagsmonnum, og hóast lítið er fráliðið í kappingini, so tykist EB/Streymur hava eitt lið, ið avgjørt kann fara at arga tey størru feløgini í ár.

Umframt tilgongdina av fleiri leikararum, so hevur felagsliðið eisini fingið nýggja venjara í ár. Póllendingurin, Piotr Krakowski, hevur eftir trý ár í B36, í ár leita sær í norður í Sundalagið. Hetta er fjúrtanda árið á rað Piotr er í Føroyum. At útlendsk ítróttafólk steðga so leingi í Føroyum er rættiliga óvanligt, tí vanliga mynstrið er, at tey bert steðga í nøkur fá ár.

Tey fjúrtan árini hjá Piotr Krakowski í Føroyum hava sanniliga rúma bæði gleðisløtur og minni hendingaríkar løtur. Póllendingurin hevur bæði sum venjari og leikari megna at gerast meistari, og at fara tí tungu leið niður í aðru deild. Vit hava hitt Piotr á máli um tey seinastu fjúrtan árini í Føroyum.

FM vinnari fyrsta árið
Seinast í áttati árunum var rættiliga farið at rilla undir jarntjaldinum í eysturevropa, og hetta merktist eisini innan fótbóltin. Fótbóltsspælarar úr kommunsistisku londunum í eysturevropa høvdu sera torført við at sleppa út úr heimlandinum at umboða stórfeløg í Evropa. Hetta er í dag ein farin tíð, tí í dag eru bóltsnillingarnir úr eysturevropa at finna í øllum feløgum runt í Evropa, men fyri bara 15 árum síðan var hetta ikki galdandi.

Í heimlandinum hjá Piotr, Póllandi, var støðan tann sama sum í hinum kommunistisku londunum.
Seinast í áttiti árunum vóru stórar rembingar í flestu eysturevropeisku londum, og tá jarntjaldi opnaði, sluppu póllendingar og aðrir eysturevropearar endiliga at spæla uttanfyri heimlandið. Piotr var um hetta mundi við at enda sína fótbóltskarrieru í Póllandi, og um hann skuldi royna eydnuna uttanlands, so mátti hann gera skjótt av.

Á vetri í 1988 var Piotr Krakowski blivin 31 ára gamal, og pólski venjarin hjá B71, Jan Kaczynski, var í heimlandinum, og fregnaðist eftir leikararum til Sandoynna. B71 hevði júst vunnið sær sætið í fremstu deildini fyri fyrstu ferð, men liðið var sera ungt og óroynt, og tí metti Jan Kaczynski, at neyðugt var við útlendskum ísletti, um liðið skuldi halda seg uppí 1.deild.

Tað stóð Piotr í boði at fara til Avstralia ella Svøríki, men kortini fall valið á Føroyar og Sandoynna. Umframt Piotr Krakowski, so kom málverjin Wiesek Zakrewski eisini við til Føroya.

Tað var ein stór broyting at flyta frá stórbýnum Poznan, sum hevur 800000 íbúgvar og til Sands. Pólendingur ásannar eisini, at tað var torført at venja seg við broytingina, men sum tíðin leið, gekk betur og betur. Á fótbóltsvøllinum gekk væl, uppflytararnir B71 tóku alt og øll á bóli, og gjørdu ikki mætari enn at vinna FM, fyrsta árið teir vóru í 1.deild.

Blandingin av evnaríkum ungum leikararum og bóltsnillinginum Piotr og einum framúrskarandi málverja í Wiesek Zakrewski var rætta uppskriftin, og B71 fór ósigrað gjøgnum kappingarárið 1989. Piotr Krakowski var av flestum mettur at vera besti fótbóltsleikarin, ið hevði verið í Føroyum. Póllendingurin var tekniskt, taktiskt og fysiskt langt frammanfyri føroysku leikararnar, og við sínum góða eyga fyri spælinum, var hann fyrstu árini snøgt sagt besti leikarin í føroysku kappingini.

At tað kann ganga skjótt í fótbólti, máttu sandoyingar ásanna longu árið eftir, tí meistararnir frá 1989, máttu ta tungu leið niður í 2.deild at leika kappingarárið 1991. Eftir niðurflytingina tók Piotr yvir á Sandi og gjørdist venjari hjá besta liðnum. B71 flutti í fyrstu royndini uppaftur í 1.deild fram til 1996 stóð Piotr á odda fyri B71. Hesi árini spældu sandoyingar seg tveir reisur í finaluna um Løgmanssteypið, og B71 luttók eisini í evropeisku kappingunum við góðum úrslitum.

Liðið í 1993, sum vann steypafinaluna ímóti HB, metir Piotr verða sterkasta liðið sandoyingar hava havt. -Eg veit væl vit gjørdist meistarar í 89, men eftir mínum tykki var liðið í 1993 betri, sigur EB/Streymur venjarin.

Á liðnum í 1993 taldust so frægir leikarar sum Eli Hentze, Torbjørn Jensen, Niclas Joensen, Bjarki Mohr, Ib Mohr Olsen og Páll á Reynatúgvu. - Flestu av hesum leikararum vóru eisini við í 1989, men tá vóru teir so ungir, og tí meti eg liðið frá 90 árunum vera betri, greiðir Piotr frá.

Niðurtúrarnir
Eftir sjey góð ár á Sandi, var tíðin komin til at bróta úr nýggjum. Í 1997 gjørdist Piotr venjari hjá FS Vágum. Vágaliðið var í 1.deild, men vágamenn fluttu niður, eftir tveir avgerandi dystir ímóti TB. Piotr steðgaði bert tað eina árið í Vágum, og árið eftir gekk leiðin til Fuglafjarðar.

Bæði í 1998 og 99 stóð Piotr á odda hjá ÍF. Fyrra árið gekk væl, men seinna árið flutti ÍF niður í aðru deild. Spurdur um hvussu tað kendist, at vera venjari hjá einum liði, ið flutti niður, svarar Piotr, at tað ikki var nøkur vanlukka, tí hann gjørdi sítt ítarsta, men ásannaði, at tað var ikki var nóg mikið hesi árini.

Greipuvinnari
Eftir niðurflytingina við ÍF, ætlaði Piotr sær at halda frí í 2000, men tá honum stóð í boði at venja 2.lið hjá B36, og hann valdi at taka av. Stórur rumbul var í B36 hetta árið, og út á heystið vóru bæði venjarin, Pelle Andersson, og útlendsku leikararnir sendir heimaftur, og Piotr tók um endan seinastu dystirnar.

Leiðsla og leikarar í B36 vóru so mikið nøgd við Piotr, at hann, árið eftir, var biðin at standa á odda fyri 1.liðið. 2001 gjørdist besta árið hjá Piotr sum venjara í Føroyum, tí B36 vann bæði landskapping og steypakapping.

Tað var rættiliga stórt lop at gerast venjari hjá so stórum felagi, sum B36, tí hann var vanur við at venja smærri feløg. - Tað er nógv størri trýst at venja eitt stórt felag, tí tú skalt vinna allar dystirnar. Størri feløgini eru eisini nógv betri skipaði, og generelt eru umstøðurnar betri, greiðir Piotr frá.

Arbeiðir eisini
Øll fjúrtan árini hevur Piotr, umframt at spælt fótbólt og verið venjari, eisini havt arbeiði við síðurnar av. Hóast Piotr kundi havt nóg mikið við venjarastarvinum, so tímir hann ikki at sita heima um dagarnar. - Eg tími ikki at sita inni, tí eg vil gjarna koma út millum fólk, og tí havi eg altíð arbeitt afturat venjarastarvinum, fortelur póllendingurin.

Á Sandoynni starvaðist Piotr á Fiskavirking, meðan hann í Miðvági og Fuglafirði arbeiddi hann við aling. Seinastu árini hevur Piotr verið á Skipasmiðjuni í Havn, og hann stórtrívist. Piotr er annars útbúgvin sum lærari í ítrótti, og hann vónar innan ikki alt ov drúgva tíð, at tað verður honum møguligt at undirvísa í ítrótti í Føroyum.

- Eg havi havt trupulleikar at samskipa mína pólsku útbúgving við føroysku útbúgvingarskipanini, men nú fer Pólland upp í ES, og tí vóni eg í framtíðini eg kann nýta mína útbúgving í Føroyum, fortelur Piotr.

Stór menning
Føroyskur fótbóltur hevur verið fyri eini øgiligari menning, tey fjúrtan árini Piotr hevur verið í Føroyum. Piotr er ikki í iva um, at tað er útlendska ísletti og tað, at føroyingar eru farnir at luttaka í altjóða fótbólti, er høvuðsorsøkin aftanfyri menningina.

? Tað er avgjørt vaksandi sambandi við útheimin, har bæði útlendskir spælarar og venjarar eru komnir í føroyskan fótbólt, sum hevur givið føroyskum fótbólti eitt kvik uppeftir, sigur pólendingurin.

Piotr ásannar eisini, at útlendingarnir ikki bara hava verið til tað betra fyri føroyskan fótbólt. - Tað hava verið fleiri rættiliga góðir leikarar, men sanniliga eisini nógvir, sum einki hava at gera í Føroyum. Endamálið við at hava útlenskar leikarar má vera, at teir eru betri, enn teir føroysku og skulu geva nakað eyka, men tað er ikki altíð galdandi, sigur EB/Streymur venjarin.

Piotr samanber við føroyskan fótbólt við 4.deild í Pólandi, tá hann búsettist her í 1989, men nú vit skriva 2003, heldur hann, at bestu liðini væl kundu klára seg í næst bestu deildini í Pólandi.

Royna at enda í miðjuni
Tá prátið fellur inn á møguleikarnar hjá EB/Streymi í ár, hevur Piotr eitt greitt endamál. - Vit skulu byggja eitt lið upp, sum næstu árini ikki skal róta niðri í botninum. Vita hava í løtuni tríggjar unglingaspælarar á liðnum, og saman við teimum meira royndu leikararunum, ætla vit at stremba eftir at enda í miðjuni í 1.deild í ár.

Komandi vikuskiftið eru fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið á skránni, og EB/Streymur fær vitjan av fyrrverandi felagnum hjá Piotr, B36. Hóast Piotr skírir B36 at vera stórfavoritt til bæði steypakapping og landskapping í ár, so ætlar EB/Streymur at spæla fyri møguleikanum leygardagin.

- Steypadystir er nakað heilt serligt, og vit hava heimavøll, og vit fara tí sjálvsagt at gera alt fyri at vinna dystin, men tað verður ein sera trupul uppgáva. Mínir leikarar eru sera svangir, tí flestu teirra hava aldrin vunnið nakað, so tað verður spennandi leygardagin, sigur EB/Streymur venjarin.

Piotr sigur seg trívast stak væl í EB/Streymi, sum hann metir sum eina sera spennandi uppgávu. Honum dámar væl at venja smærri lið, og fegnast um byrjanina felagið hevur fingið í steypakappingini. Í Sundalagnum siga tey, at liðið aldrin hevur verið so gott sum nú, so tað liggur eitt spennandi kappingarár fyri framman hjá Piotr og EB/Streymi.
Faktabox

Navn: Piotr Krakowski
Føddur 15 mars 1957
Feløg: Lech Poznan(1976-80), Olimia Poznia(1980-85), Zagtebie Lubin(1985-1988), B71(1989-1996), FS Vágar(1997), ÍF(1998-1999), B36(2000-2002) og EB/Streymur (2003-)
Tjóðskapur: Pólendingur
Útbúgving: Lærari í ítrótti.
Starv: Venjari hjá 1.liði hjá EB/Streymi og á Tórshavnar Skipasmiðju