Pipar og Salt gera klárt til í kvøld

Í kvøld klokkan 22 verður tað stóra afturvendandi tiltakið hjá Miðlahúsinum í Vágsbotni. Hetta er á fjórða sinni, at Miðlahúsið skipar fyri hesum skemti.

Hvørt ár hava tað verið eini 10.000 fólk savnað rundan um Nólsoyar Páll kl. 22 ólavsøkudag, og man hetta vera tætt við allir ólavsøkugestirnir, sum yvirhøvur eru í býnum.

Í ár verða tað Pipar og Salt, sum koma at undirhalda, meðan Terji Rasmussen fer at syngja.

Í skrivandi løtu leggja teir báðir, Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe, síðstu hond á handritið, meðan teir venja sangirnar við Kim Hansen.

"Vit eru spentir til í kvøld," sigur Sjúrður, " eg vænti, at tað verður ein hugnalig løta, og at fólk fer at vera við upp á tað."

"Tað vera tríggir figurar, sum koma at luttaka. Talan er um Ib Auge, Bent og Henrik og Melvis Stardust. Teir fara at syngja nakrar kendar sangir, sum eg vænti, at Føroya fólk fer at syngja væl undir við," sigur Sjúrður í stuttari viðmerking, áðrenn hann fer í holt við at venja aftur saman við Jákupi og Kim.