Polar Seafood takkar við peningagávu

Gávan er ein tøkk fyri tað ágrýtni og úthaldni, sum sjálvboðin bjargingarfólk løgdu í leitingararbeiðið eftir 20 ára gomlu, Birnu Brjánsdóttur.

Reiðaríið Polar Seafood, sum er útgerðarfelag hjá trolaranum, Polar Nanok, hevur nú givið Slysavarnafélag Landsbjörg í Íslandi 100.000 krónur - ella 1,6 miljónir íslendskar krónur sum gávu.

 

Gávan er ein tøkk fyri tað ágrýtni og úthaldni, sum sjálvboðin bjargingarfólk í Íslandi løgdu í leitingararbeiðið eftir 20 ára gomlu, Birnu Brjánsdóttur, sum í gjár varð funnin deyð.

 

Á Facebook-síðuni hjá Slysavarnafélagið Landsbjörg liggur eitt kort, har Polar Seafood boðar frá peningaliga stuðlinum til tey sjálvbodnu í leitingararbeiðnum.

 

Kortið er stílað til leiðsluna í Slysavarnafélagið Landsbjörg og sjálvboðin, og kortið er undirskrivað av reiðaranum í Polar Seafood, Jörgen Fossheim.

 

Á Facebook-síðuni takkar Slysavarnafélagið Landsbjörg í Íslandi reiðaríinum fyri stóru gávuna, sum tey siga kemur væl við.