Pole J. Hansen stillar upp fyri Sambandsflokkin

Sambandsflokkurin fegnast um, at Pole J. Hansen stillar upp til løgtingsvalið fyri flokkin

Pole J. Hansen er føddur og uppvaksin við Sjógv á Strondum, hevur búð á Strondum til í 2021, og er nú búsitandi í Hoyvík.

 

 

 

Hann er útbúgvin maskinsmiður og skipsførari.

 

 

 

Pole hevur royndir sum sjómaður, virkisleiðari á flakavirki, selt Agn og fisk - nú lærari á vinnuskúlanum við Áir. Bygdaráðslimur í Sjóvar kommunu í 12 ár, 2005-2017.

 

 

 

- Eg stilli upp til løgtingsvalið tí, at eg havi stóran áhuga í politikki, og haldi, at eg kann vera við til at gera Føroyar til eitt enn betri land at búgva og virka í. Eg havi eina breiða vitan um samfelagi vit liva í, ... sigur Pole J. Hansen.

 

 

 

Hansara hjartamál eru:

 

 

 

Vinnulív bæði á sjógvi og landi, og er hansara ynski, at okkara vinnulív fær so støðugar karmar sum gjørlig at virka innanfyri.

 

 

 

Hann hevur eisini stóran áhuga fyri fíggjarmálum.

 

 

 

Ítróttur er eisini eitt av hjartamálunum.

 

 

 

Tað at øll her á landi hava tað gott, og at hjálpa teimum, sum eru dottin niðurímillum í samfelagnum, er eisini týdningarmikið fyri hann.