Politiið: Alt hevur áhuga

Politiið vil fegið hoyra frá fólki um innbrot á Viðareiði. Politiinspektørurin sigur, at alt hevur áhuga

Sunnunáttina var innbrot í hús á Viðareiði, og pengar og persónligir lutir vórðu stolnir.

Politiið sóknast nú eftir upplýsingum frá fólki, sum kunnu hava sæð okkurt á Viðareiði leygarkvøldið og sunnunáttina.

- Fólk skulu ikki halda seg aftur at seta seg í samband við okkum, tí vit kunnu taka støðu til upplýsingarnar, sigur Jón Klein Olsen, politiinspektørur.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðu við Jón Klein Olsen um málið.