Ein 48 ára gamal maður í Rønne á Bornholm doyði í nátt, eftir at politiið skeyt hann. Hann hevði frammanundan sært ein løgreglumann í ryggin við knívi.
– Løgreglumaðurin varð stungin fleiri ferðir, men er útskrivaður eftir viðgerð á sjúkrahúsi, sigur Peter Jørgensen, varapolitiinspektørur, við fleiri danskar miðlar.
Skottilburðurin fór fram kl 01:47 í Sankt Mortens Gade í Rønne, eftir at politiið varð boðsent, tí klagað varð um harðan tónleik.
– Løgreglumenninir valdu at tryggja musikkanleggið á staðnum. Tað gjørdist maðurin, sum búði har, so illur um, at hann leyp á løgregluna við einum knívi, sigur varapolitiinspektørurin og leggur afturat:
– Løgreglan læt skot av ímóti manninum, sum varð raktur. Sjálvt um honum varð veitt fyrstahjálp alt fyri eitt, so doyði tann 48 ára gamli maðurin klokkan 03:03 á Bornholms Hospitali.
Enn er ikki greitt, hvussu nógv skot vórðu latin.
– Starvsfelagar okkara eru ikki avhoyrdir enn, so tað er ov tíðliga at siga nakað, sigur varapolitiinspektørurin við Ekstrablaðið.
Umframt mannin var eisini ein kvinna í íbúðini, men hon var rólig. Tann 48 ára gamli maðurin var kendur av politinum frammanundan, sigur politiið.
Den Uafhængige Politiklagemyndighed (DUP) hevur nú yvirtikið kanningarnar av málinum, sum vanligt er í slíkum førum, tá politiið hevur skotið fólk.