Politikarar eru ójavnir á máli

Umboð fyri teir politisku flokkarnar eru ójavnir á máli um røðuna, sum drotningin helt í Norðurlandahúsinum mánakvøldið

Kristian Magnussen:
- Eg dugi væl at síggja, hví tjóðveldismenn eru argir um hetta brotið í taluni hjá drotningini, men innihaldið generar ikki meg. Eg eri samdur við Drotningini í tí, hon førir fram um yvirtøkulógina, sigur Kristian Magnussen, formaður í tingbólki Javnaðarfloksins.
- Eg hevði ikki mælt drotningini til at umrøtt hatta málið í hasi taluni, um eg varð spurdur áðrenn, men hon skal samstundis eisini hava loyvi at úttala seg.

Jørgen Niclasen:
- Man gongur í ov trongum skóm, um ein fær ilt av hasum úttalilsinum hjá drotningini. Vanliga sigur hon ikki nógv politiskt í sínum røðum, men hesuferð nevndi hon so yvirtøkulógina, sigur Jørgen Niclasen, formaður í tingbólki Fólkafloksins.
- Tað gleddi mítt sjálvstýrishjarta, tá hon nevndi yvirtøkulógina, tí at handan lógin er eitt amboð at tøma ríkisfelagsskapin, leggur hann afturat. Jørgen Niclasen var ikki ovfarin av, at drotningin nevndi yvirtøkulógina, men hann legði eisini til merkis, at hon ikki nevndi uttanríkispolitisku heimildarlógina, sum Jørgen hinvegin ikki er eins fegin um sum yvirtøkulógina.

Kaj Leo Johannesen:
- Hatta var ikki ein politisk røða, og drotningin skal hava loyvi at hava eina meining. Eg eri væl nøgdur við røðuna, sum bygdi á forstáilsi og virðing, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins.
- Tað er ikki drotningin, ið hevur drigið politikk inn í hetta málið, men tað er gjørt aftaná, sigur Kaj Leo Johannesen.

Kári P. Højgaard:
- Tað er sera óheppið, at vit nú skulu leggja okkum út í, hvat drotningin kann siga, og hvat hon ikki kann siga. Hetta markið er ómetaliga torført at seta, heldur Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum.
- Eg eri ikki samdur í tí, sum drotningin segði, og eg kundi kanska hugsa mær, at tað ikki varð sagt, men eg sigi, sum tað stendur í Luthers Katekismus, at vit skulu leggja tað besta í alt, sigur hann.
Kári P. Højgaard heldur, at tað er sera óheppið, at hetta málið verður tikið upp, nú tá allir teir donsku fjølmiðlarnir umframt miðlar úr øðrum londum seta ljóskastaran á Føroyar.

Bill Justinussen:
- Hatta var ein politisk røða, og tað er sera vánaligt av forsætismálaráðnum at geva drotningini eina slíka røðu, sigur Bill Justinussen úr Miðflokkinum.
- Tað vanliga er, at øll kunnu fegnast um eina røðu hjá drotningini uttan mun til tín politiska lit, men í hesi røðuni úttalar hon seg um politisk viðurskifti, sum øll ikki taka undir við. Røðan sum heild var fín, men hatta brotið hóskaði seg ikki í hasum samanhanginum, sigur Bill Justinussen.